Starvsdagar á Brennistøðini

Í gjár var samkoma á Brennistøðini á Hjalla í sambandi við, at fleiri høvdu starvsdagar.

 

 

Í sambandi við starvsdagarnar hevur Tórshavnar kommuna lagt ein tekst út, sum í stuttum lýsir allar teir, sum hava starvsdagar. Har stendur soleiðis skrivað:

 

Otto Jensen; 50 ár

 

Tað mest sermerkta var, at Otto Jensen, sum er formaður á tyrvingarplássinum í Húsahaga, hevði 50 ára starvsdag.

 

Otto er formaður á Tyrvingarplássinum í Húsahaga.

 

Otto er ein sera trúgvur arbeiðsmaður, og kennur hvørja steinpirru á tyrvingarplássinum. Otto dámar best, um alt er lagt í fastar rammur, og ikki ov stórar broytingar eru.

 

Hann gongur sera høgt uppí at alt er rætt, og at ongir leysir endar eru, Otto kemur ikki ov seint, er hann nakrar minuttir seinkaður, so ringir hann og boðar frá, at hann verður ov seinur.

 

Otto hevur trupuleikar við rygginum, tí gongur hann nógv, koyrir ofta oman á Kongabrúnna, og gongur sær síðan eina langan túr.

 

Hann hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í samfull 50 ár. Hálva øld. Hann arbeiddi hjá kommununi, tá verandi borgarstjóri byrjaði í býráðnum – og vit eru framvegis her báðir.

 

Tað skal sjálvandi hátíðarhaldast.

 

 

 

Tórhallur Olsen; 30 ár (hevur arbeitt í 34 ár)

 

Tórhallur er vaktleiðari á Brennistøðini

 

Tórhallur hevur verið við á Brennistøðini frá byrjan, tað er ikki tað ting, sum Tórhallur ikki veit um, og hann kennir eisini hvønn krók á støðini, og so er hann sera hollur í ráðum.

 

Tórhallur hevur sínar meiningar um tingini, og hvussu ymikst skal gerðast, og tað fáa starvsfelagarnir eisini at vita.

 

Tórhallur fær silvurheiðursløn Tórshavnar býráðs.

 

 

 

Jóhannus Petersen; 25 ár (hevur arbeitt í 28 ár)

 

Jóhannus er maskinførari á Tyrvingarplássinum í Húsahaga

 

Jóhannus gongur so sera høgt uppí sítt arbeiði. Har nýtist ongin at koma afturumaftur, har sum Jóhannus hevur verið við maskinuni.

 

Skal eitt lag leggjast, sum er 70 cm, so ER tað 70 cm – allastaðnis. Og tað er tað bara - uttan at Jóhannus hevur verið við tummastokkinum. Tað orðnar hann alt við maskinuni. Maskinan verður eisini so sera væl hildin, maskinan er altíð rein og vælsmurd.

 

Eisini dámar Jóhannus væl at putlast heima, heldur hús og alt rundan um, í frítíðini ger hann modelbátar.

 

 

 

Regin Haraldsen 25 ár (hevur arbeitt í 26 ár)

 

Regin er formaður fyri Rottangamenninar

 

Regin veit alt um allar rottangar í Tórshavnar Kommuni. Um tú fortelur Regini hvar tú býrt, so svarar hann aftur við at siga, um tú hevur ein trixtanga ella onkran annan tanga, og hvar á stykkinum, tangin er.

 

Regin fylgir væl við, hvar menninir eru, og um allar uppgávurnar eru gjørdar.

 

Gongur tað ikki ordiliga, sum Regin vil, so gongur hann og stunar aftur og fram á kontórinum. So ongum tørvar at spyrja Regin hvussu gongur, tá hann gongur og reikar.

 

 

 

Jóannes M Hansen 25 ár

 

Jóannes er skrivstovumaður

 

Jóannes er trúgvur á skrivstovuni. Helst hava øll viðskiftafólk hjá Kommunalu Brennistøðini tosað við Jóannes, har hann hevur vegleitt um reglur og annað.

 

Jóannes ger onki burturúr sær sjálvum er sera lítilatin. Starvsfelagarnir vita, at hann er til arbeiðis og at hann ger síni ting uttan nakra málageipan.

 

Men hann fylgir væl við állíkavæl, Jóannes veit hvat hendur.

 

 

 

Finnur av Reyni 20 ár (hevur arbeitt í 23 ár)

 

Finnur er vaktleiðari á Brennistøðini

 

Finnur kennir sera væl Brennistøðina og veit um nógvar hendingar sum hava verið.

 

Eisini veit hann um ymiskt, sum er gjørt, men sum ikki er skrivað upp nakrastaðnis.

 

Finnur dámar væl at sita einsamallur og brenna.

 

Eisini dámar Finnur væl at manøvrerast við bilar.

 

 

 

Vagn Johannessen 10 ár (hevur arbeitt í 17 ár)

 

Vagn er formaður á Endurnýtsluni

 

Vagn møtur tíðliga til arbeiðis. Vagn er í veruleikanum altíð minst 10 til 15 minuttir áðrenn 8  - tá hann skal møta klokkan 8.

 

Vagn fylgir væl við hvat hendur á Endurnýtsluni, og veit, hvørjir bilar hava verið inni.

 

Í veruleikanum hevur hann verið her í 17 ár, men hevur ongantíð hátíðarhildið 10-ára dagin. So hann taka vit nú og so taka vit 20-ára dagin um 3 ár.

 

 

 

Ingi Durhuus 10 ár (hevur arbeitt 15 ár)

 

Ingi umhvørvisviðgerð bilar

 

Ingi umhvørvisviðgerð allar bilar sum koma inn. Og tað er ikki smávegis, tí talan er um millum 15oo og 1600 bilar um árið.

 

Ingi ger onki burturúr sær sjálvum, hann ger sítt arbeiði uttan nakra málageipan.

 

Eina aðra uppgávu røkir Ingi eisini, tá tað er frost, so fer Ingi runt við saltspreiðarinum, soleiðis at alt økið verður saltað.

 

 

 

Leif Johansen 10 ár (hevur arbeitt 13 ár)

 

Leif er vaktleiðari á Brennistøðini

 

Leif hevur arbeit í 13 ár á Brennistøðini. Leif er ein góður starvsfelagi hann gongur sera høgt uppí, at alt fer rætt fram.

 

Hann gongur høgt uppí, at alt er í ordan viðvíkjandi starvinum og at sáttmálin verður fylgdur.

 

Leif gongur høgt uppí bilar, hann hevur eisini bát og hevur íbúðir at leiga út til ferðafólk.

 

 

 

Rúni Mellemgaard 10 ár (hevur arbeitt í 12 ár)

 

Rúni er partur av Rottangatoymininum

 

Rúni er trúgvur til arbeiðis.

 

Tá hann ikki er úti við einum rotangabili, so dámar honum væl at sita við einum kaffikoppi í tí lítlu kaffistovuni hjá rottangamonnunum.

 

Rúni fylgir væl við hvat hendur í samfelagnum, eisini fylgir hann væl við slekt – og tað er sera týdningarmikið, tí so hava starvsfólk altíð okkurt at práta um.

 

 

 

Jaspur Guttesen 10 ár

 

Jaspur koyrur slamsúgvaran

 

Jaspur er klárur at fara avstað, tá fólk ringja.

 

Tað er eitt ótal av húskjum, sum hava fingið vitjan av Jaspuri, tá “avløbini” eru tipt.

 

Eisini eru tað fyritøkur, sum ringja.

 

Jaspur er fakfelagsmaður, gongur høgt uppí fakfelagsarbeiði.

 

Jaspur dámar væl at syngja, og syngur eisini í kóri.

 

 

 

Heðin Bertelsen 10 ár (hevur arbeitt í 14)

 

Heðin er maskinførari á Tyrvingarplássinum í Húsahaga

 

Heðin er ein sera vitandi maður. Honum dámar sera væl at greiða frá ymsum, sum hann hevur roynt, ella verið út fyri. Og tað er ikki so lítið.

 

Heðin hevur ta týdningarmiklu uppgávu at taka ímóti og vegleiða tey, sum koma niðan á tyrvingarplássið.

 

Er brúk fyri, at Heðin skal koyra onkra maskinu, so ger hann tað.

 

 

 

(Kelda: Tórshavnar kommuna / torshavn.fo)