Starvsfólk á Norrönu smuglaðu hassj

Tvey starvsfólk umborð á Norrönu, ein 21 ára gomul kvinna og ein 27 ára gamal dani, vórðu mánadagin dømd ávikavist fýra og tríggjar mánaðir fongsul fyri smugling

Tey bæði vóru komin umborð á Norrönu at arbeiða í mai mánaði. Maðurin greiddi frá, at hann mintist ikki heilt, hvussu tað kom upp á tal at smugla hassj, men helt, at tað meira ella minni tilvildarliga fullu nøkur orð undir onkrari samrøðu.
Hann segði seg hava møguleika at útvega hassj, men at fyrstu ferð miseydnaðist hetta, tí bilurin hjá fosturpápa hansara, haðani hann keypti hassjið, gekk fyri. Pápin býr í Ålborg, eins og hann sjálvur.
Men vikuna eftir, 14. til 16. september, bar til, og ákærdi maðurin fekk 100 gramm av hassji frá fosturpápanum, og tey fekk 21 ára gamla kvinnan frá manninum fyri somu upphædd, sum hesin hevði rindað fosturpápanum, nevniliga 65 krónur grammið.
Vikuskiftið eftir keypti 27 ára gamli maðurin aftur hassj, hesaferð 200 gramm. Hann lat aftur 65 krónur grammið, men seldi nú víðari fyri 70 krónur grammið.
Eisini vikuskiftið 28. til 30. september vórðu 200 gramm av hassj handlað fyri sama prís, men hesaferð hendi so tað, at tá tann 21 ára gamla kvinnan fór í land, varð hon tikin av hassjhundinum hjá tollvaldinum.
Eisini varð tann 27 ára gamli danin tikin í somu viðferð.

Funnu 18.000 krónur
21 ára gamla kvinnan var eisini avhoyrd og hon segði, at hon fekk hassjið stutt eftir, at maðurin hevði tikið tað umborð.
Hon greiddi frá, at tey fyrstu 100 grammini vórðu seld fyri alt frá 90 krónum upp í 300 krónur fyri grammið.
Hon segði seg ikki vita, hvussu nógv hon forvann upp á at selja hassjið, men ákærin, Steffen Møller Jørgensen, vísti fram ein blokk, sum løgreglan fann undir einari húsarannsøkn, har fleiri tøl stóðu á. Til dømis stóðu 56 200 krónu seðlar, og tað samsvaraði við talið, sum løgreglan fann í einari av skuffunum hjá gentuni.
Samlað stóð 18.200 krónur á blokkinum, og tað samsvaraði væl við tað, sum løgreglan fann.
Kvinnan segði, at hon seldi partar av hassjinum, meðan hon gav burtur partar. Hon helt, at hon mundi hava selt tey 100 grammini til eini 12-13 ymisk fólk.
Ein politistur vitnaði eisini. Hann hevði verið við til at rannsaka kamarið hjá ákærda manninum umborð, har teir funnu 1,73 gramm av hassji. Eisini var hann við til at rannsaka kamarið heima hjá kvinnuni, og har funnu teir eina rullaða hassjsigarett og eina heimagjørda hassjpípu.
Alt hetta var hond løgd á, eisini nakrar pengar hjá manninum.
Útrokningar hjá politinum vístu, at avlopið hjá kvinnuni hevði verið um 26.000 krónur, 44.000 minus 14.200, sum hon hevði giviå fyri hassjið.

Ringan barndóm
Kvinnan greiddi frá, at hon var komin út í óføri longu á ungum árum.
Hon segði, at hon byrjaði at drekka, tá hon var 12 ára gomul, og byrjaði at roykja hassj stutt eftir.
14 ára gomul varð hon tikin frá foreldrunum og løgd inn á sinnissjúkrahúsið. Hareftir var tað á barnaheim, fyrst í Føroyum og síðani í Danmark.
Hon slapp av barnaheiminum tá hon var 18-19 ára gomul og gjørdi av at flyta heim aftur til Føroya.
Hon hevur síðani arbeitt ymsastaðni, eitt nú á Bakkafrost og øðrum flakavirkjum, til hon kom umborð á Norrönu í mai.
Kriminalforsorgin er inni í málinum, og maðurin harfrá mælti til, at um kvinnan fekk treytaðan dóm, vildi kriminalforsorgin hjálpa til við at fáa kvinnuna í viðgerð.
Ákærin mælti til fimm mánaðar revsing til kvinnuna og fýra til mannin, meðan Bjørn á Heygum, verji hjá danska manninum, mælti til 40-50 dagar.
Julianna Klett bað dómaran hava í huga, at kvinnan var til reiðar at broyta lív sítt og vildi sleppa í viðgerð, og at dómurin tí átti at verið treytaður.
Dómarin gjørdi tó av, at døma kvinnuna fýra mánaðar fongsul og mannin tríggjar. Báðir dómar vórðu treytaleysir.