Starvsfólk umhugsa at rýma

Um pensjónin hjá danskt løntum starvsfólkum í Føroyum verður skattað sum ætlað, umhugsa í hvussu er nøkur at rýma, og neyvan verður líka lætt sum nú at fáa løgfrøðingar til dómsvaldið, ríkisumboðið og politiið í Føroyum. Tað sigur Trine Rønhof Hansen, dómarafulltrúi

Verður tað, sum landsstýrið ætlar, at eisini pensjónir í donskum pensjónskassum skulu skattast við inngjaldi, kunnu donsku myndugleikarnir koma at renna seg í stórar trupulleikar við at fáa skikkað starvsfólk.
Inntøkumissurin hjá løgfrøðingum og skrivstovufólki verður so stórur, at vandi er fyri, at fleiri donsk starvsfólk flyta aftur til Danmarkar, og hugurin at koma til Føroya at arbeiða antin hjá politinum, hjá ríkisumboðnum ella í dómhúsinum verður lítil.
Hetta sigur Trine R. Hansen, dómarifulltrúi. Hon er álitisfólk hjá løgfrøðingunum Í Dómhúsinum.
Hon tekur undir við tankanum, at øll mugu vera við til at spara saman til sín egna aldurdóm, og hon skilir eisini trupulleikan við, at samfelagnum tørvar pening nú.

Missa nógv
Trine Rønhof Hansen úttalar seg tó bara vegna tey, sum starvast hjá donsku myndugleikunum í Føroyum og eru limir í donskum pensjónskassum.
- Løgfrøðingar, sum starvast í privatu vinnuni, hava væl hægri inntøku enn vit, sum starvast hjá statinum. Men afturfyri hava vit sera góða pensjón, ein pakka við tryggum og góðum pensjónum, sigur hon.
Tey hava roknað seg fram til, at verða donsku pensjónirnar skattaðar við inngjaldi, missir hvør teirra millum 4000 og 5000 krónur um mánaðin.
Trine Rønhof Hansen hevur búð í Føroyum í seks ár, og familjan hevur ikki havt nakra ætlan um at flyta til Danmarkar. Maður hennara er føroyingur.
? Mær dámar sera væl at búgva í Føroyum, men eg má siga, at tankin hevur verið uppi og vent at flyta. Her er deiligt at vera, men tað er ov høgur prísur at gjalda, um tað skal kosta okkum ein góðan aldurdóm.
? Hon sigur, at hon hevur hoyrt onnur danskt lønt í Føroyum tosa um tað sama.
? Trine Rønhof Hansen heldur nógvar ósvaraðar spurningar vera í pensjónsætlanini. Hvussu nú um skipanin verður í verk, og fólk seinni flyta? Verður inngoldna pensjónin tá verandi í Føroyum?
Hon ivast eisini í, um tað er loyvt av myndugleikunum at gera eina slíka lóg, tí pensjónin er ein partur av lønini, sum fakfeløgini hava samráðst seg fram til.
Tey, sum arbeiða hjá statinum og eru í sama lønarflokki, hava rætt til somu løn. Men eftir pensjónsætlanini fara limirnir í Føroyum niður í løn. Neyvan vil staturin gjalda fólkunum í Føroyum meira køn vegna skattingina í Føroyum.

Neyðugt við donskum løgfrøðingum
Sum er gongur rímiliga væl at fáa danskar løgfrøðingar at koma til Føroya at arbeiða antin hjá politinum, ríkisumboðnum ella dómhúsinum. Summi vera verandi, og onnur søkja til Føroya fyri at fáa eina uppliving, tí tey bíða eftir onkrum góðum starvi ella fyri at fáa nakrar royndir og kunnu tí brúka tíðina í Føroyum sum lopfjøl til nakað annað.
- Men eg ivist í, at tað verður líka lætt at fáa løgfrøðingar til koma til Føroya, um so nógv verður skorið av pensjónini. Tað kann gerast trupult at fáa fólk, sigur Trine Rønhof Hansen.
-Tað ber ikki til at líta á, at føroyingar fara at søkja hesi størv, tí landið er so lítið, øll kenna øll, og torført er sum føroyingur at sita og viuðgera mál, ið mangan eru eym.