- Vit hava svara, og eg gangi út frá tí, at tey hava tikið svarið til eftirtektar, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, sum eisini er formaður í fíggjarnevndini í býráðnum.
- Vit hava sent teimum okkara svar, og síðani hava vit ikki hoyrt nakað aftur, sigur býráðsformaðurin.
- Vit halda, at hetta er eitt innanhýsis mál, sum vit eiga at kunna avgreiða uttan íblanding uttanifrá, sigur Leivur Hansen.
Álitisfólk í býráðnum vilja ikki gera nakra viðmerking til svarið, sum tey hava fingið frá býráðnum.
Starvsfólkini vóru ónøgd við viðferðina, tey fingu frá leiðsluni, millum annað tá starvsfólk vórðu flutt. Enn eru tey ikki farin víðari við hesum máli, og álitisfólkini vilja ikki siga nakað um svarið frá fíggjarnevndini.