- Hetta var ikki ein útnevning av ársins leiðslu. Nú tosar tú við stjóran, men tað er virkið, sum hevur heiðurin, sigur Atli, sum mánamorgunin gav sær stundir at vitja øll starvsfólk síni og ynskja teimum tillukku.
- Fólk merkja, at tað, tey gera til dagligt, gevur ein prís, og at tey halda á, heldur hann fram.
Hevur nakað at siga
Atli Gregersen vísir á, at tað í nútíðarsamfelagnum hevur týdning at vera sjónligur, og at hesin heiðurin hjálpir við tí.
- Sjálvandi hevur tað eitt sindur at siga, at vit blíva kendari, tí í mun til støddina eru vit lítið kendir, og hetta er við til at taka okkum fram í ljósið. Hetta hevur týdning fyri okkara samleika, staðfestir hann.
Luna er við at gera seg galdandi á heimsmarknaðinum, og selur í løtuni meiri enn helvtina av framleidda laksinum til USA. Harafturat selja teir til Onglands, Fraklands, Kina og heilt til Suðurafrika. Laksurin verður fluttur úr Føroyum til eina av heimsins størstu flogvallum, Heathrow í London, og haðani verður laksurin flogin til keyparar kring heimin.
Stórur dentur verður lagdur á at framleiða bestu vøruna við best møguligu góðskuni, og í strembanini eftir hesum hevur virkið sett Duritu Nielsen at taka sær av góðskuni og menningini. Hon hevur Ph.D-prógv í matvøruverkfrøði.
Hiddenfjord
Tá ið vit leita okkum upplýsingar um Luna, er heitið Hiddenfjord afturvendandi í ein somikið stóran mun, at ein ókendur ivast í, um hetta er navnið á fyritøkuni. Atli Gregersen kennist við hetta, men vísir á, at Hiddenfjord, sum er heitið á laksinum, teir framleiða, er tað, sum teir marknaðarføra seg við.
- Felagið, sum alir laksin, eitur Luna, men longu fyri nógvum árum síðani valdu vit ikki at marknaðarføra okkum við hesum heitinum, sum merkir máni á latíni. Simon Anholt, sum var í Føroyum fyri tíð síðani, helt, at Føroyar skuldu marknaðarføra seg við frískleika, og valdu vit tá at velja eitt navn, sum ger upplivilsið hjá kundanum gott. Fjord er skandinaviskt, og tá ið vit ala í firðum, var tann parturin upplagdur. Hidden stendur fyri tann krógvaða fjørðin, tað óspilta staðið í Skandinavia – eitt dragandi og lokkandi navn, heldur Atli Gregersen, sum eisini vísir á, at heimsins kendasta framleiðsla, Coca Cola, leingi bara var ein vøra hjá fyritøku við øðrum navni, men eftir at verða heimskent skifti navn til the Coca Cola Company. Um tað er upp á tal hjá Luna at skifta navn til Hiddenfjord vil Atli Gregersen ikki reiðiliga svara upp á – Hiddenfjord er bara navnið á vøruni.
Marknaðarføringin hjá Luna við heitinum Hiddenfjord tykist gangast væl, tí runt í heiminum eru tað fleiri matstovur, sum lýsa við, at tey hava Hiddenfjord-laks.