­ Starvsfólkini hava ikki skuldina

Í sambandi við nógvu ákoyringarnar móti Almannastovuni í seinastuni, ásannar Helena Dam á Neystabø, at almannaverkið ikki virkar nóg væl. Men hon heldur tað vera skeivt at lasta starvsfólkið á Almannastovuni fyri hetta. ­ Tað er forsorgarlógin, ið ikki er nóg góð, sigur hon.

­ Eg havi ikki nakað beinleiðis dømi um, at forsorgarlógin verður misnýtt, men eg havi fleiri ferðir frætt um misnýtslu, hóast eingi beinleiðs dømi liggja á skrivaraborðinum hjá mær, sigur Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum. Men hon leggur dent á, at starvsfólkini á Almannastovuni als ikki hava skuldina av hesum. Hon sigur, at tað als ikki ber til hjá starvsfólkunum at hava eftirlit við, hvør býr saman við hvørjum úti um landið. Tí metir hon, at kommunurnar skulu hava størri ábyrgd í nýggju almannalóggávuni, sum arbeitt verður við í løtuni.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon heldur tað vera skeivt at langa út eftir Almannastovuni í fjølmiðlunum og á tingsins røðarapalli. Hon sigur, at í samabanbandi við, at Rúna Sivertsen hevur funnist at Almannastovuni og málsviðgerðini har, at tað er sera umráðandi, at starvsfólk eins væl og viðskiftafólk hjá Almannastovuni ikki verða løgd undir illgruna, tá skift verður orð um, hvussu bøtast kann um sosialu skipanirnar í Føroyum.

­ Um so er, at onkur hevur ein grunaðan illguna, ella beinleiðs veit um misnýtslu, so eigur ein og hvør sjálvandi at gera vart við hetta hjá avvarandi myndugleika, og hetta ber væl til at gera í trúnaði. Men í flestu førum er tað tó soleiðis, at avgerðirnar hjá Almannastovuni byggja á galdandi lóggávu. Og tað er hana, tey skulu umsita, eisini í teimum førum, tá ið tað kann tykjast órímiligt.

­ Vit eiga tó ikki at ræðast eitt neyðugt orðaskifti um, hvussu vit skipa okkara almannapolitikk. Vit mugu hava eina bæði greiða og rættvísa lóggávu, sum er einføld at umsita. Og okkara lóggáva á hesum økinum er bæði tung, gomul og fløkt at umsita. Tí liggur ein stór uppgáva fyri framman at gera nýggja lóggávu á økinum. Og hendan skal smíðast í hesum árinum. Tað er eisini neyðugt, at bæði lóggávan, starvsfólk og viðskiftafólk leggja dent á, at almannaverkið hevur til endamáls at hjálpa tí einstaka at loysa sínar egnu trupulleiukar. Og eg ivist ikki í, at tað er tað, ið teir flestu føroyingarnir vilja. Teir ynskja at vera sjálvbjargnir, um tað á nakran hátt ber til. Og tað er tað, sum almannalóggávan skal stuðla upp undir.


Eiga ikki at ræðast orðaskifti

­ Eg haldi ikki, at vit eiga at ræðast eitt neyðugt orðaskifti um, hvussu vit skipa arbeiðið á okkara almennu stovnum best og mest rationelt. Fram um alt mugu vit tryggja, at stovnarnir eru brúkaravinarligir. Eisini á hesum økinum er einki at ivast í. Vit kunnu fremja ábøtur. Og vit eiga sjálvsagt at tola atfinningar. Men øll eiga vit at hava í huga, at tað eru starvsfólkini á Almannastovuni, ið hvønn einasta dag standa andlit til andlits við tey fólkini í Føroyum, sum hava tað allar truplast. Og tí skulu vit skifta orð um hesi viðurskifti á einum virðiligum støði.


Samvitskuspurningur

Almanna- og heilsumálaráðharrin sigur seg ikki skilja, hvussu fólk kunnu hava samvitsku at misnýta Almannastovuna. Hon metir, at tað helst eru tær einsamøllu mammurnar, ið hava torført at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Tí heldur hon tað vera ógvuliga frekt, at ógift, ið liva saman sum hjún, misnýta forsorgarlógina, við at lata sum um mammurnar eru einsamallir forsyrgjarar. Tó leggur Helena Dam á Neystabø einaferð enn dent á, at hon ikki hevur nakað beinleiðis dømi um slíka misnýtslu, men at hon fleiri ferðir hevur hoyrt um hetta.

­ Tá eg sigi hetta, er tað ikki tí, at eg vil leggja ein heilan bólk av fólki undir illgruna. Orsøkin til, at eg nýti hendan bólk sum dømi er, at eg havi frætt, at tað eru fleiri, ið látast ikki at búgva saman, hóast tey eru sambúgvandi. Tó merkir hetta ikki, at øll gera tað og heldur ikki, at hetta eru tey einastu, ið misnýta forsorgarlógina, sigur Helena Dam á Neystabø.


Kommunurnar fáa ábyrgd

Helena Dam á Neystabø sigur, at í nýggju almannalóggávuni, ið arbeitt verður við í løtuni, er ætlanin at leggja ein part av ábyrgdini av almannaveitingunum yvir á kommunurnar kring landið. Hetta merkir, at tær ávísu kommunurnar skulu hava eftirlit við t.d. málum, har einsamallar mammur fáa almennan stuðul. Uppgávan hjá kommununi kemur at verða tann, at hon skal syrgja fyri, at almannalóggávan ikki verður misnýtt.

Tó visir Helena Dam á Neystabø á, at hetta ikki er nakað, ið avgerð er tikin um enn, men at tað í løtuni verður viðgjørt í Landsstýrinum.


Nýggja pensiónsskipanin

Í seinastuni hevur nógv tos verið um pensiónirnar. Flest øll eru samd um, at fólkapensiónin er alt ov lág, og skotið er upp at hækka hana. Men partur av nýggju almannalóggávuni er eisini ein nýggj pensiónsskipan.

Almanna- og heilsumálaráðharrin sigur, at arbeitt verður við einari pensiónsskipan, ið er eitt millumting millum eina solidariska og eina borgarliga pensiónsskipan. Hetta merkir í stuttum, at tey sterku í samfelagnum skulu bera tey veiku. Helena Dam á Neystabø sigur, at nýggja pensiónsskipanin kemur at byggja á eina pensiónsuppsparing, ið tey, ið vinna pening skulu gjalda í. Pensiónsuppsparingin fer ikki í ein grunn, men verður ein persónlig uppsparing. Men tey, ið av einari ella aðrari orsøk ikki hava verið før fyri at vinna sær pening gjøgnum lívið, koma undir eina almenna pensiónsskipan, ið líkist teirri pensiónsskipanini, vit hava í dag. Munurin kemur bert at vera tann, at hendan pensiónin kemur at verða væl hægri, enn tann, ið er galdandi í dag. ­ Orsøkin til, at nýggja almenna pensiónsskipanin kemur at verða væl hægri er tann, at hon ikki fevnir um eins nógv fólk og tann verandi ger. Tey, ið hava havt ráð at spara sær til pensiónina sjálvi, fáa jú ikki almenna pensión, og sostætt koma tey at bera tey veiku, sigur Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.