Leiðslan á Dimmalætting noktar at geva starvsfólkunum nakra váttan um, at tey ikki longur eru í starvi hjá Dimmalætting. Tað merkir, at starvsfólkini, sum ikki hava fingið løn, heldur ikki sleppa í Arbeiðsloysisskipanina og heldur ikki fáa pengar úr Trygdargrunninum. Tí til tað krevst váttan frá fyrrverandi arbeiðsgevara.
– Hvørki Árni Gregersen, blaðstjóri, ella Eyðfinnur Reyðberg, sum nú er stjóri á Dimmalætting vil geva starvsfólkunum nakra váttan, sigur Ingolf S. Olsen, formaður í fakfelagnum hjá blaðfólkunum, Føroysk Fjølmiðlafólk.
Fríggjadagin fór Árni Gregersen frá sum stjóri á Dimmalætting, og Eyðfinn Reyðberg tók við sum stjóri. Samstundis stovnaði Dimmalætting eitt nýtt felag, sum eitur D-Media, og sum hevur undirnøvnini Sp/F Dimmaætting og Sp/f Amtstidende for Færøerne. Árni Gregersen er stjóri í hesum felag, og var tað hetta felagið, sum teir báðir ætlaði, skuldi reka blaðið víðari, meðan gamla Dimmalætting skuldi fara konkurs.
Hoyrið samrøðu við Ingolf S. Olsen, formann í Føroyskum Fjølmiðlafólkum við at trýsta á pílin undir myndini.