Starvsfólk á landi skulu fáa skattalætta -akkurát sum sjómenn

Ein trupulleiki er, at lønin er ov lág, heldur løgtingskvinna

Starvsfólk í heilsuverkinum, hjá almannaverkinum, og á dagstovnaøkinum, eiga at fáa skallalætta. Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Tað er staðfest, at tað er stórur tørvur á starvsfólkum á heilsuøkinum og á umsorganarøkjunum. Hvørki heilsuøkið ella eldraøkið fáa ikki heilsurøktarar, heilsuhjálparar og sjúkrrøktarfrøðingar og gagstovnaøkið manglar eisini námsfrøðingar og tað er ein trupulleiki, sum má loysast, heldur tingkvinnan.

 

Hon heldur, at ein loysn er at útbúgva fleiri innan hesi økini. Men ein onnur loysn kann vera at gera tað lokkandi at arbeiða á hesum økjum, har lønin ofta er lág - ella í øllum førum ikki nóg góð, sigur Beinta Løwe.

 

– Eg haldi, at ein loysn kundi verið eitt starvsfólk á hesum økjum, fingu ein umsorganarfrádrátt so at starvsfólkini fáa meira burturúr, sigur hon.

 

Hon vísir á, at vit hava longu eina skipan, har sjómenn fáa skattaætta, og hon heldur, at ein sama slag skipan eigur at verða gjørd til fólk, ið arbeiða á heilsuøkinum og eldraøkinum, umframt á dagstovnaøkinum.

 

Sostatt hevði tað loyst seg betur at arbeitt á hesum økjum, og tað kundi fingið fleiri fólk í starv, umframt at tað kundi fingið fleiri fólk at fingið sær útbúgvin sum pedagogur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og sjúkrarøktarfrøðingur, heldur Beinta Løwe.