Starvsfólk eru fyri at skipa fyrsta Apple-fakfelag í USA

Apple hevur higartil roynt at forða fakfeløgum, men starvsfólk í einum handli í Maryland vilja tað øðrvísi

 

Nøkur starvsfólk í einum Apple-handli í Towson í Maryland hava stríðst fyri rættinum at skipa fakfelag. (Arkivfoto). - Foto: Julio Cortez/Ritzau Scanpix

Ein meiriluti av starvsfólkunum í einum Apple-handli í USA hava atkvøtt fyri at skipa eitt fakfelag.

Tað er fyrstu ferð hjá telerisanum, sum higartil hevur roynt at forða fyri øllum royndum hjá starvsfólkum at skipa seg í fakfelag.

Av teimum 110 starvsfólkunum í Apple-handlinum í býnum Towson í statinum Maryland hava 65 í gjár atkvøtt fyri at skipa fakfelag. 33 atkvøddu ímóti.

Tað sást í eini beinleiðis sending frá atkvøðugreiðsluni hjá einum samveldismyndugleika, sum helt eyga við tilgongdini.

Tað er ein bólkur av starvsfólkum, sum undir navninum Apple Core (Coalition of Organized Retail Embloyees), sum hevur ført stríðið fyri fakfelagnum.

– Vit megnaðu tað í Towson! Vit vunnu fakfelagsatkvøðugreiðsluna. Takk øll, sum hava arbeitt so hart, og øll, sum hava stuðlað. Nú skulu vit hátíðarhalda sigurin saman við fakfelagnum hjá maskinstarvsfólkum. Í morgin halda vit fram við at arbeiða við at skipa okkum, skrivar bólkurin á Twitter.

Starvsfólkini í Apple-handlinum í Towson krevja, at tað verður lurtað eftir teimum í spurningum um løn, arbeiðstíðir og trygdartiltøk.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni merkir, at starvsfólkini nú kunnu skipa sína egnu deild undir Altjóða felagsskapinum fyri Maskinarbeiðarar og Loftferðslu (IAM).

Formaðurin í IAM, Robert Martinez, fagnar dirvinum hjá starvsfólkunum í Towson.

– Tey hava ofrað rættiliga nógv, sum fer at gagna fleiri túsund starvsfólkum hjá Apple kring landið.

– Eg vil fegin biða Apple stóran Tim Cook um at virða valúrslitið og skunda undir arbeiðið at gera sáttmála við djørvu starvsfólkini í Towson, sigur hann í eini fráboðan.

Tað er ikki fyrstu ferð, at starvsfólk í einum Apple-handli hava roynt at skipa seg, men tað fyrstu ferð, at royndin er endað við eini atkvøðugreiðslu.

Undir eini vitja í Apple-handlinum í Towson í mai segði HR stjórin hjá Apple, Deirdre O'Brien, millum annað, at eitt slíkt millumlið fór at gera viðurskiftini millum Apple og starvsfólkini truplari.

Apple hevur ikki viljað viðmerkt úrslitið av atkvøðugreiðsluni í gjár.

/ritzau/AFP

 

 

 

Nøkur starvsfólk í einum Apple-handli í Towson í Maryland hava stríðst fyri rættinum at skipa fakfelag. (Arkivfoto). - Foto: Julio Cortez/Ritzau Scanpix