Á fundi í dag við leiðslu Kringvarpsins hevur Starvsmannafelagið tvíhildið um, at í sambandi við setanina av journalisti nýggjaftan, hevur leiðslan fyri Kringvarp Føroya brotið ásetingarnar í sáttmálanum um, at størv skulu lýsast leys alment og eisini almenna setanarpolitikkin
Lýsingin hevur bert staðið á heimasíðu Kringvarpsins, og er hetta ikki nøktandi lýsingarháttur.
Eisini hevur leiðslan brotið bæði sáttmála og almenna setanarpolitikkin í mun til, at álitisfólk skal hava málið til ummælis, áðrenn endalig støða verður tikin og sum partur av setanarbólkinum skal vera við í setanartilgongdini og er hetta ikki farið fram.
Orðingin í almenna setanarpolitikkinum er henda:
»Setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður. Í setanarnevndini skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t. d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk.
Tað er av stórum týdningi, at setanarnevndin er umboðað við fólki, sum hevur førleika at meta um umsøkjarar, tá talan t.d. er um starv, ið krevur serligan fakligan førleika.
Góð tíð skal verða sett av til at viðgera umsóknirnar.«
Starvsmannafelagið góðtekur als ikki hesa framferð og hevur kravt at setanin verður ógildað.
Leiðslan vil ikki ógilda setanina og Fíggjarmálaráðið metir ikki, at hetta er so álvarsamt brot, at avleiðingin er ein ógildan av setanini.
Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum á almenna arbeiðsmarknaðinum: Akademikarafelag Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag eru samd um, at hetta mál er av sera principiellum týdningi.
Vit góðtaka ikki, at sáttmálaásetingar verða brotnar, og at hetta ikki fær avleiðingar!!
Vísandi til skrivið, ið sent varð leiðsluni og avvarðandi myndugleikum, so er grundgevingin fyri at limir okkara hava fingið hoyringsskriv um uppsøgn ógrundað.
Sparingin er so lítil, at er vilji at troyta allar møguleikar at fyribyrgja uppsagnunum, herundir m. a. møguleikarnar fyri niðursettari tíð og gagnnýta ásetingarnar um eldrapolitikkin í sáttmálanum og ikki at seta leysa starvið, so er als ikki neyðugt við uppsagnum.
Tað er eisini fallið fakfelgssamstarvinum fyri bróstið, at ikki allar royndir at fyribyrgja uppsagnum eru troyttar við virðing fyri teim starvsfólkum, ið hava tænt Kringvarpinum í mong ár.
Kringvarpið tolir als ikki fleiri starvsfólkaskerjingar.
Við hesum grundgevingum heitir Starvsmannafelagið enn einaferð staðiliga á leiðslu Kringvarpsins at taka ógrundaðu hoyringsskrivini aftur.