Starvsmannafelagið skipar fyri ráðstevnu um leiðslu

Umboð fyri almenn fakfeløg og arbeiðsgevarar úr øllum Norðurlondum, fara í døgunum 22-25 august, at hava eina ráðstevnu í Havn.

 

Tað er Nordisk Statstjenestemenns Organisation, ið er eitt norðurlendskt samstarv, ið skipar fyri hvørt ár. Hesuferð er tað so í Havn.

 

Evnið hesuferð er demokratiskt leiðsla. Fyrireikararnir siga, at tað er sjálvandi ein rættur hjá leiðarnum og stjórum, at skipa leiðslu og at taka avgerðir. Tó er tað eisini ein sannroynd, at leiðslu skulu, ígjøgnum álitlisfólk og aðrar skipanir, taka starvsfólk við uppá ráð og lata tey verða við í avgerðum.

 

-Tíverri mugu vit eisini í Starvsmannafelagnum sanna, at tað kann vera langt ímillum teori og prakis, tá ið umræður medávirkan. Starvsfólk vera sett og uppsøgd og broytingar henda á arbeiðsplássinum, uttan at starvsfólkaumboðini verða tikin við uppá ráð, so sum sáttmálarnir siga. Ella so seint, at tey í veruleikanum onga ávirkan fáa á avgerðirnar, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.