Ráðstevna
Í døgunum, 28.-31. august í ár, heldur felagsskapurin, NTR, Nordisk Tjenestemansråd, ráðstevnu í Føroyum. NTR er ein felagsskapur av fakfeløgum úr øllum norðurlondum, sum umboða kommunal-og alment lønt starvsfólk. Felagsskapurin hevur út við seksti ár á baki, men Starvsmannafelagið, sum umboðar tilsvarandi fólk í Føroyum, er nýggjur limur. Felagið hevur áður verið við á ráðstevnum hjá NTR sum eygleiðari, men á árliga fundinum hjá felagsskapinum í Høfn í Íslandi í fjør, gjørdist Starvsmannafelagið formelt limur. Stórur áhugi hevur nevniliga verið millum hini norðurlondini at fáa Føroyar við uppí felagsskapin.
Í Høfn varð eisini avgjørt, at komandi ráðstevnan skuldi haldast í Føroyum, og tað er hendan, sum Starvsmannafelagið og NTR-felagsskapurin nú eru í holt við at leggja til rættis.
Fleiri umboð
Eini seksti fólk úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi verða við á ráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Hafnia. Gestirnir fara at búgva á Hotel Hafnia og á Sjómansheiminum í Havn.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at tá ið ráðstevnan verður í Føroyum, kann felagið, sum er vertur, møta á fundinum við fleiri umboðum enn annars.
Gunnleivur umboðar Starvsmannafelagið í stýrinum fyri NTR.
Formaður í felagsskapinum er í løtuni úr Finnlandi, og undan honum var formaðurin úr Danmark. Formansskifti er triðja hvørt ár, og formaðurin skiftir millum ymisku limalondini.
Norðmaðurin, Flemming Hansen, hevur leingi verið aðalskrivari í NTR. Herfyri var hann í Føroyum saman við einum dana, sum eisini situr í fyrireikingarbólkinum. Í Føroyum tosaðu teir við Starvsmannafelagið um tiltakið og hugdu at umstøðunum her heima.
Globalisering
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at evnið á ráðstevnuni í Høfn í Íslandi í fjør var globalisering.
- Her vóru mong ymisk mál havd á lofti, eitt nú, hvørja ávirkan ymisk viðurskifti hava á umstøðurnar hjá limunum í einstøku londunum. Flestu mál kenna vit væl og virðiliga aftur í okkara heimligu viðurskiftum. Á ráðstevnuni varð eisini tosað um, hvussu feløgini í norðurlondum kunnu hjálpa og stuðla hvørjum øðrum og koma við góðum ráðum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir á, at NTR-ráðstevnan vanliga hevur eitt aðalevnið, ið verður viðgjørt. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvat evnið verður á ráðstevnuni í Føroyum, men leiðslan í NTR arbeiðir við ymiskum evnum at taka støðu til.
- Í mars verður stýrisfundur í felagsskapinum. Fundurin verður í Oslo, og tá verður støða tikin til, hvat aðalevnið í Føroyum verður, eins og endaliga skráin tá verður løgd, sigur hann.
Ætlanin hjá Starvsmannafelagnum er, at útlendsku gestirnir eisini skulu hava sæð ein part av føroysku náttúruni og føroyskari mentan, áðrenn tey fara avstað aftur. Tí verður helst farið ein túr undir Vestmannabjørgini, eins og gestirnir væntandi fara at vitja í løgtinginum. Ætlanin er eisini at spáka runt í Havnini og síggja, hvat her er.
Baklandið týdning
Íslendska felagið, sum er limur í NTR, eitur Bandalags Starvsmanna Rigis og Bæja, stytt BSRB, og hetta er størsta felag av sínum slag í Íslandi.
- Undir verkfallinum her heima í 1999, fingu vit samband við íslendska felagið, sum stuðlaði okkum ómetaliga væl, bæði moralskt og fíggjarliga. Hetta hevði stóran týdning fyri okkum í tí stríði, sum tá var, sigur Gunnleivur.
Hann ivast onga løtu í, at tað verður ein fyrimunur fyri Starvsmannafelagið, at felagið nú er limur í NTR.
- Tað gevur okkum styrki at vita, at baklandið úteftir er gott. Hóast NTR er limur í evropeiskum felagsskapum, leggur felagsskapurin ógvuliga stóran dent á norðurlendska samstarvið. Áhugin at stuðla hvørjum øðrum við ráðum og hugskotum er stórur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, at enda.