Loyniliga løgreglan í Eysturtýsklandi royndi at fáa Angelu Merkel at arbeiða fyri seg Loyniliga løgreglan í gamla Eysturtýsklandi, Stasi, royndi at fáa fatur á Angelu Merkel, tá hon søkti um starv á einum lærdum háskúla. Men Angela segði nei, og hon fekk heldur ikki starvið.
Í samrøðu við sjónvarpið ARD sigur Angela Merkel, sum gjørdist týskur kanslari í 2005, at hon gjørdi einum fulltrúa hjá Stasi greitt beinanvegin, at hon hevði ikki hug at arbeiða fyri ta loyniligu tænastuna.
Angela Merkel, sum er útbúgvin alisfrøðingur, sigur í samrøðuni, at hon hevði væntað, at Stasi fór at seta seg í samband við seg, og at hon hevði fyrireikað seg til at siga nei.