Nordatlantens brygge boðar í dag frá á facebook vanganum hjá stovninum, at Statens Kunstfond hevur keypt trý listaverk eftir føroyska listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum í løtuni eru við í framsýningini SPOR eftir føroyska listamanninum. Tað skrivar listaportal.com.
Á facebook síðuni hjá Nordatlantens brygge verður upplýst, at talan er um trý stór listaverk av gips frá røðini Tavle #1-5 (2016).
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Statens Kunstfond vísir Jóhan Martin Christiansen ans. Í fjør fekk ungi listamaðurin nevniliga 50.000 krónur í starvsløn frá stovninum.
Um krøvini fyri hvat Statens Kunstfond keypir, skrivar stovnurin:
- Tað er góðskan av listarligu framleiðsluni og listarligu evnunum, ið eru avgerandi fyri keypi av listaverkum. Samstundis skulu keypini endurspegla breiddina og margfeldi í samtíðar listaframleiðsluni og havast skal í huga hvar verkið kann vísast í almenna rúminum.
Listaportalurin skrivar, at Statens Kunstfond hevur til endamáls at keypa dygdarlist, sum síðan kann latast søvnum og stovnum kring alt ríkið í varveitslu.