Norska oljufelagið StatoilHydro er millum tey størstu vinnufeløgini í heiminum Tað skrivar amerikanska tíðarritið Forbes, sum hevur eitt yvirlit yvir 500 tær størstu vinnufyritøkurnar í heiminum, og har er StatoilHydro nummar 36. Á sama lista fyri 2008 var norska felagið nummar 59.
StatoilHydro er ein vinnurisi við næstan 30.000 starvsfólkum og einum umsetningi, sum var góðar 116 milliardir dollarar í fjør.
StatoilHydro er eisini nógv tað størsta vinnufelagið í Norðurlondum. Danska A.P. Møller-Mærsk er nummar 1006 á heimslistanum. Umsetningurin hjá felagnum var í fjør góðar 62 milliardir dollarar.
Heimsins størsta vinnufyritøka er Royal Dutch Shell.