Statoil satsar uppá Føroyar

-Vit hava verið í Føroyum í skjótt 20 ár og útvegað føroyingum olju og bensin til sethús og bilar. Vit ætla at blíva verandi her, nú tað eisini eru útlit til at finna olju og gass. Vit eru optimistar og trúgva, at kolvetni goyma seg í undirgrundini. Føroyingar eiga ikki at missa vónina. Tað er bara ein spurningur um tíð, til oljan verður funnin sigur Erling Øverland, konsernstjóri í Statoil og oddamaður í norskum vinnulívi. Sosialurin hitti hann, tá hann var á síni fyrstu Føroyavitjan herfyri.

Herfyri vitjaði toppurin ? oddamaðurin ? yvir øllum í norskari vinnu, Erling Øverland, í Føroyum. Erling Øverland er ikki ein og hvør hvørki í Noregi og eiheldur í altjóða høpi. Hann er virkandi stjóri í Statoil konsernini, samtakinum um tú vil, og er samtíðis valdur forseti í norska arbeiðsgevara- og vinnulívsfelagsskapinum, "Næringslivets Hovedorganisajon". Hann er tó bara fyribils konsernstjóri í Statoil, tí í næsta mánað tekur Helge Lund við hesum so týdningarmikla embætinum. Men Erling Øverland heldur fram í konsernleiðsluni í hesum størsta norska felagnum hyggja vit at umsetninginum. Statoil umsetti fyri 250 mia. kr í fjør. Fyritøkan hevur 20.000 fólk í arbeiði.

Alment tekur Erling Øverland við nýggja álitisstarvinum í stóra vinnulívsfelagsskapinum 16. august. Hetta felagið er at sammeta við Dansk Arbejdsgiverforening og Dansk Industri ella Føroya Arbeiðasgevarafelag og Vinnuhúsið. Við øðrum orðum er hann í løtuni og eisini framyvir ein sera týðandi og avgerandi rødd í norskum vinnulívi í eini tíð, har Noreg verður mett sum eitt av heimsins ríkastu londum og nú um dagarnar útrópt at vera heimsins besta land at liva í.

Hetta er so hansara fyrsta vitjan í Føroyum og leggur hann eina við, at hann er sera fegin um at hava fingið henda møguleikan. Hann er eisini fyrikomandi og opin, tá vit seta honum spurningar og sigur, at hetta verður ikki hansara seinasta vitjan.

Statoil nógv virksemi her
Men hví leggja leiðina út í Norðuratlantshav, til Føroya, sum bert er ein evarska lítil blettur á heimskortinum og sum, hóast granni við Noreg, bert hevur avmarkað vinnuligt samstarv við stóra grannan.

-Eg vitji her, tí Statoil í dag hevur ein týðandi leiklut á føroyska marknaðinum sum veitari av ymsum tænastum sum eitt nú at veita gasssolju til sethús, bensin og diesel til bilar o.a. Haraftrat eru Føroyar eitt sera áhugavert øki fyri Statoil, tá talan er um leiting eftir olju og gassi. Statoil hevur tvey loyvi á føroyska landgrunninum. Ein brunnur er boraður og ein er eftir. Ein nýggj runda verður latin upp í august, og tá vóna vit, at tað verða nýggir møguleikar hjá Statoil her.

Hansara endamál við vitjanini hevur tí verið at vitja Statoil fyritøkuna sum heild, har tað arbeiða nógv fólk, og síðani eisini at vitja kundarnar og føroyskar myndugleikar fyri m.a. at læra og frætta, hvat teir hava áhuga fyri við tilknýti til nýggju útbjóðingina. Statoil hevur verið í Føroyum síðani 1986, tá felagið yvirtók virksemið hjá Esso. -Vit eru í Føroyum og ætla okkum at vera verandi her. Men man skal hava gott tol, tá farið verður undir at leita eftir olju, og tað at stór fund ikki vórðu gjørd í fyrstu runduni merkir ikki, at tað ikki eru møguleikar á føroyska landgrunninum. Vit fara at søkja í 2. útbjóðing treytað av, at man fær áhugaverdar møguleikar.

-Við tíni vitan um føroysku undirgrundina, hevur tú vónir um, at tað fara at verða gjørd fund her?

-Ja tað havi eg, og tí eisini at olja fer at fáa týdning fyri menningina av hesum samfelagnum.

Erling Øverland sigur víðari, at sjálvandi vita vit einki við vissu, fyrr enn man hevur borað, men Statoil hevur eisini drúgvar royndir aðrastaðni eitt nú í Norðsjónum, og tað er m.a. út frá royndunum frá Norðsjónum, at man sær fram til eina oljuframtíð við Føroyar eisini. Hann vísir á, at tað vórðu boraðir meira enn 30 brunnar í norskum øki, áðrenn olja og gass varð funnið. Og haraftrat eru eisini góð úrslit bæði í donskum og bretskum parti av Norðsjónum at vísa á.

Jarðfrøðin ein avbjóðing
Avbjóðingin við Føroyar er tann, at her finst eitt eitt sindur øðrvísi jarðfrøðiligt grundarlag. Teir sokallaðu basaltstrukturarnir eru torførir at handfara, tí seismisku kanningarnar geva verri upplýsingar enn tað tú vanliga fær í økjum við ongum basalti. So man er noyddur til at bora fleiri brunnar fyri at kunna kanna allar møguleikar.

-Nú er bert borað í økjum við ongum ella lítlum basalti. Hvussu stóran týdning leggur tú í, at tað verður boraður ein brunnur á basaltinum?

-Tað er týdningarmikið, at tit fáa borað ein brunn á basaltinum rímuliga skjótt, tí tað er har tit hava størstu møguleikar soleiðis sum vit duga at síggja tað í løtuni. Og tað er kanska har, at man skal hava við ta nýggjastu tøknina fyri at fáa troytt olju og gass, og tí er tað týdningarmikið at koma í gongd.

-Herfyri segði Richard Hardmann, oljuráðgevi, at oljufeløg og myndugleikar áttu at tikið stig til eina boring á basaltinum skjótast, og soleiðis at feløgini frá 1. rundu sluppu eitt sindur lættari við sínum skyldum í "Gullhorninum".

-Tað kann vera. Eg kenni ikki hansara uppskot. Men vit hava eisini skyldur mótvegis Føroyum at bora enn ein brunn, og Statoil ætlar sær at halda sínar skyldur, men um ein kann finna loysnir, sum eru betri fyri eitt samfelag og fyri feløgini, so er greitt, at einki er betri enn tað.

Optimistar
-Við tínum kunnleika til bæði 9-ára loyvini og økini, sum søkt fer at verða um í 2. rundu, hvussu stórar heldur tú møguleikarnir eru fyri at finna olju og gass tá?

-Tað er torført at siga nakað um í prosentum. Men vit eru framhaldandi optimistar á føroyaøkinum og vilja vera við í eini nýggjari rundu.

-Er Statoil sinnað til at taka smærri feløg, sum ikki hava so nógvan váðafúsan kapital at vera partur av samtaki, har Statoil er fyristøðufelag í eini komandi rundu?

-Vit lata altíð dyrnar upp, soleiðis at onnur kunnu vera við. Og tað er týdningarmikið, at tað eru fleiri enn eitt felag við í loyvunum, men hvussu tað skal skipast, má vera nakað, sum vit mugu taka upp við føroyskar myndugleikar. Tað er týdningarmikið, at øll, sum eru við, kunnu tilføra nakað til prosessina, tilgongdina.

-Nú var Norsk Hydro við í fyrstu útbjóðing men fekk einki loyvi. Sær tú fyri tær, at hetta norska felagið eisini verður við í 2. rundu?

-Tað er ringt hjá mær at svara fyri teir.

-Men tit hava eitt stórt samstarv í norskum øki. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um hitt stóra norska felagið eisini var við í oljutilgongdini við Føroyar?

-Tað er greitt, at vit síggja fegnir, at norsk feløg raðfesta Føroyar og vilja vera við at menna oljutilgongdina her. So vit hava einki ímóti at samstarva við Norsk Hydro, men um tey halda tað vera áhugavert handilsliga at vera við í leitingini við Føroyar, er nakað, sum Norsk Hydro sjálvt má svara.

Raðfesta Føroyar høgt
-Men er tað ein skilagóð íløga at brúka nógvar leitimilliónir í einum øki sum Føroyum, har váðin er stórur, og har tað eru so nógvir ókendir faktorar, nú tað kann vera so nógv lættari og bíligari at koma framat olju og gassi aðrastaðni í heiminum?

-Hetta er jú ein spurningur um, at olja er ein mangulvøra í heiminum. Vit hava góðar royndir frá norskum øki, og vit liggja nær Føroyum og eru eitt land, sum Føroyar hava nógv samstarv við. Vit vilja tí fegnir raðfesta Føroyar høgt, treytað av at føroyskir myndugleikar seta upp fortreytir, sum gera, at økið her er kappingarført við tað, sum finst aðrastaðni í Europa og heiminum annars.

-Eru tær treytir tit vita um, sum koma til 2. útbjóðing, nóg góðar?

-Vit vita jú ikki nágreiniliga, hvussu treytirnar fara at síggja út fyri 2. útbjóðing, men so langt sum eg havi skilt tað frá Vinnumálaráðnum, so verður lagt upp til at hava kappingarførar treytir fyri 2. rundu.

-Men fyri at tit framhaldandi kunnu hava áhuga fyri at gera íløgur her, hvar er so evsta markið fyri, nær tit vilja síggja eitt úrslit.

-Eg haldi ikki man kann seta nakran ítøkiligan dag fyri tí. Úrslitini frá 1. rundu vóru sjálvandi ikki serliga góð, men har vóru tekin um kolvetni í fleiri av boringunum. Og eg haldi sjálvur, at vit mugu hava eitt sindur av "is i maven" . Skal man liva í hesi bransjuni, so vita vit, at stórur váði er til steðar. Men man má eisini hava nakað av úthaldni, so vit hava ikki givið uppat.

-Nú hava tit farmað inn í brunn, Rosebank, sum ChevronTexaco skal bora í bretskum øki við markið í næstum. Hvussu stórar eru vónirnar?

-Vit hava keypt okkum uppí tann brunnin, tí vit halda, at møguleikar eru fyri at finna kolvetni. Og vísir tað seg at vera so, so vil tað økja um møguleikarnar at finna kolvetni føroysku megin markið eisini.

Gass eisini áhuga
-Nógv verður tosað um gass í løtuni. Verða gjørd gassfund, so kann tað fáa gongd á menningina av einum infrastrukturi og framleiðslu. Hvat heldur tú um tað?

-Síðani man er komin eftir at niðurkøla gass eru møguleikarnir fyri at troyta og framleiða gassfelt, sum kanska liggja langt frá brúkaranum, nógv størri. Í dag er man tí ikki so bundin av bara at kunna finna olju fyri at kunna troyta kolvetnisfund. Møguleikarnir fyri at kunna troyta gassið eru tí nógv størri í dag. Statoil leitar eftir kolvetni, og vit taka tað vit finna.

Hvønn týdning heldur Erling Øverland økini norðan fyri Føroyar og vestan fyri Noreg fara at hava fyri framtíðar oljuleiting?

-Í dag hava vit ikki nógva vitan um tey økini, og tí er tað nakað, sum man má venda aftur til, tá myndugleikarnir fara at lata upp har fyri leiting. Men vit síggja, at í norskum øki er gass funnið har og tað kann eisini vera positivt fyri Føroyar.

Missið ikki mótið
-Við tínum kunnleika til oljuvinnu, hvat vil tú siga við føroyingar, sum sóu nakað stórt í oljuleitingini men sum nú hava mist vónina?

-Missið ikki mótið. Verið optimistar. Tað fer altíð at koma nakað gott burtur úr hesum stríði, um man bara syrgir fyri at menna tøknina og sín førleika. Hugsa føroyskir myndugleikar uppá longri sikt, tá teir leggja viðurskiftini til rættis fyri altjóða feløg, sum vilja koma henda vegin, tá kann bara nakað gott koma burtur úr fyri báðar partar.

-Um Statoil sum kanska tað fyrsta felagið gera stór fund og ætlar at byggja út, hvussu langa tíð fer tað at taka?

-Søguliga hevur tað víst seg at taka sera langa tíð frá fundi til útbygging og framleiðslu. Men tíbetur hevur man fingið nýggjar hættir at menna oljuframleiðslu eitt nú á havbotninum við nýggjari tøkni, so tað fer at ganga skjótari í dag. Men tað veldst um hvat man finnur og hvar.

Trýst á politikarar
-Føroyar eru lítlar og sárbarar fyri stórum broytingum. Hvussu skulu vit tackla t.d. eini tilgongd, har tað verða funnin fleiri megafelt?

-Tá verður stórt trýst á politikarnar ikki bara at hugsa um nútíðina men eisini um framtíðina. Tvs. at leggja langtíðar ætlanir fyri komandi ættarlið eisini. Sjálvur haldi eg út frá mínum royndum í N oregi, at oljan hevur verið meira til gagn enn til vansa fyri Norra. Noreg er vorðið eitt betri samfelag at búgva í eftir at olja varð funnin.

-Skulu vit brúka tykkara grunnar sum fyrimynd finna vit olju?

-At stovna grunnar er sera týdningarmikið bæði fyri at kunna brúka pengar til menning av tøkni og til at goyma til eftirtíðina. Men man kann eisini vera meira strangur við at brúka minni í núinum og heldur brúka meira til at fyriureika framtíðina uppá enn gjørt hevur verið í Norra.