Statoil setir út í Føroyakortið

Úrslitið av boringini hjá ENI í Føroyum kann fáa stóran týdning fyri komandi leitivirksemi á landgrunninum

Meðan Føroya fólk og altjóða oljuheimurin í spenningi bíða eftir úrslitinum av boringini á landgrunninum, sum italska oljufelagið ENI stendur á odda fyri, fyrireikar norska oljufelagið Statoil seg til at bora áttanda brunnin á landgrunninum í 2011.

Nú um dagarnar kom kanningarskipið Sea Surveyor á Havnina eftir nýggjari útgerð og manning. Og leiðin gekk alt fyri eitt út aftur á landgrunnin, har skipið roynir at rudda slóð fyri komandi boringunum hjá Statoil.

Statoil, sum hevur flestu leitiloyvi á føroyska landgrunninum, hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat komandi tvey árini ella so. Enn hevur felagið tó ikki tikið endaliga avgerð um, hvar tað skal seta borin í.

Møguleikarnir eru fleiri. Rúni M.Hansen, stjóri sigur, at tey hava enn ikki gjørt av, hvar borurin verður settur í. Tey eru í løtuni í ferð við at gera botnkanningar, tað, sum á oljumáli verður nevnt ?Side survey?. Hetta er fyri at finna júst rætta staðið at seta borin í. Botnkanningarnar verða eisini gjørdar á loyvi 006, har borað varð í 2006. Eftir øllum at døma hevur boringin í loyvi 006 verið so mikið áhugaverd og lovandi, at Statoil helst fer at raðfesta eina boring í hesum loyvinum høgt.

Áhugavert er eisini at bíta merki í, at føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum, er við í hesum loyvinum við 1%. Rúni M. Hansen roknar við, at teir fara at loyva øðrum oljufeløgum at keypa seg inn í hetta loyvi, soleiðis at váðin verður spjaddur meira. Hann leggur tó dent á, at sjálvt um kanningarnar fara fram á hesum loyvinum, er endaliga avgerð ikki tikin, hvar borað verður.

Kanningarskipið Sea Surveyor skal so eisini gera kjarnukanningar í enn einum av loyvunum hjá Statoil, 016. Hetta er eitt loyvi, sum felagið fekk tillutað í 3. útbjóðingini.

Statoil hevur so eisini fleiri onnur loyvi á landgrunninum og skal taka støðu til, hvar níggjandi brunnurin skal borast, helst í 2012. Tað verður so eftir øllum at døma í loyvi 008, ið liggur tætt upp at markinum, har Chevron hevur gjørt stóra fundið Rosebank beint hinumegin markið.

Sum skilst verður borað har um tvey ár. Her er enn eftir at gera 3D kanningar, ið skulu slóða fyri, hvar í loyvinum borurin skal setast í.

Uppá fyrispurning hvønn týdning verandi boring hjá ENI á Anne Marie leiðini hevur fyri komandi brunnar hjá Statoil sigur Rúni M. Hansen, at hon sjálvandi hevur týdning fyri alt Føroyaøkið sum heild, tí allir nýggir upplýsingar úr undirgrundini um jarðløgini, goymslur ol. eru við til at stuðla uppundir avgerðirnar, hvar framtíðar brunnar skulu borast.