Oljumessa
Jan Müller úr Stavanger
Ein av fremstu og størstu luttakarunum á altjóða oljumessuni í Stavanger, ONS, í hesum døgum er risastóra norska oljufelagið Statoil. Við sínum stóra bási bjóðar Statoil teimum nærum 30.000 vitjandi at fáa innlit í arbeiðið hjá felagnum heima sum burturi. Og við burturi skilst eisini Føroyaøkið, tó so, at leiðslan í Statoil hevur júst tikið eina avgerð, sum hevur við sær, at leitingin eftir olju og gassi við Føroyar, nú verður størri partur av tí norska gerandisdegnum. Avgjørt er nevniliga at broyta bygnaðin í Statoil, soleiðis, at ábyrgdin av Føroyaøkinum nú verður flutt úr London til Stavanger. Hetta merkir í veruleikanum, at nógv størri ressursir og ekspertisa verður løgd í leitingina á Føroyaøkinum. Við at brúka Stavanger sum framtíðar miðdepil fyri leiting eftir olju og gassi við Føroyar ætlar Statoil nevniliga at gera tað ítarsta fyri at fáa optimalt burtur úr síni vitan og fólkum. Hetta vil siga, at felagið ætlar sær ikki at minka um sítt virksemi í Føroyum, men heldur tvørturímóti. Turri brunnurin, sum Statoil boraði í fjør hevur so avgjørt ikki tikið trúnna frá nýggja stjóranum hjá felagnum fyri allari leiting í Europa, Yngve Vassmyr.
Yngve Vassmyr er settur til at standa fyri nýggju deildini hjá Statoil, sum fevnir um alt Europa og sum kemur at hava sæti í Stavanger, undir heitinum »Global Exploration, Europe«.
Nú um dagarnar var hann saman við Arnt-Eirik Rørnes, sum skal hava ábyrgdina av tí jarðfrøðiliga partinum av leitingini við Føroyar, á vitjan í Oljumálaráðnum. Har greiddu teir frá broytingini í bygnaðinum hjá felagnum, og hvørja ávirkan hetta fer at hava á kanningarnar og leitingina við Føroyar.
Djúpvatnsroyndir samskipast
Yngve Vassmyr sigur, at teir undir nýggju deildini fyri Europa hava sett á stovn eina djúpvatnsdeild, sum fevnir um alt økið frá Írlandi og heilt norður til Barentshavið, og har er Føroyaøkið eisini ein partur.
Yngve sigur víðari, at teir við hesum stigi hava betri møguleika at gera brúka av vitan teir hava á djúpum vatni út fyri Noreg, soleiðis at henda vitanin kann hjálpa til í leitingini eftir olju og gassi á djúpum vatni við Føroyar. Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at flyta umsitingina av Føroyaøkinum úr London til Stavanger. Nú er hon so komin uppá pláss.
Vaksið verður hervið munandi um tann tekniska partin av leitingini við Føroyar í og við at bólkurin, sum hereftir fer at arbeiða við Føroyaøkinum kann gera brúk av allari ekspertisuni, sum finst í Noregi, bæði í Stavanger og Trondheimi. Við í arbeiðsbólkinum, sum er settur í Stavanger at arbeiða við Føroyum er eisini føroyski jarðfrøðingurin Ragnar Poulsen, sum hevur arbeitt í London. Hann byrjaði í norska oljubýnum 1. august.
Nýggi leiðarin hjá Statoil fyri leiting í Europa sigur seg vera sera fegnan um tað fundið, sum varð gjørt við Føroyar í fjør. Hann viðgongur, at teirra egni brunnur var turrur. Men staðfestir samtíðis, at tað at Hess hevur funnið olju og gass er eitt gott grundarlag at arbeiða víðari út frá hjá øllum, sum leita í føroyskum øki. ? So við at arbeiða víðari við tí kunnleika vit hava bygt upp í London og leggja aftrat kunnleika og ekspertisu í Stavanger halda vit, at tað kann hjálpa okkum at finna boristøð, sum kunnu verða aktuell at bora í í framtíðini. Og við hesum útviklingi er eyðsæð, at vit ætla ikki at minka um virksemið við Føroyar. Vit síggja framvegis møguleikan at gera lønandi fund her.
Yngve Vassmyr heldur fyri, at teir hava fingið til vega stóra vitan og ekspertisu í leiting á djúpum vatni ikki minst longur norðuri, og tað er hesa vitan teir nú vilja brúka í royndunum at finna olju við Føroyar eisini. Eitt nú hava teir somu avjóðingar við basalti á norskum øki sum tað teir arbeiða við at finna svar uppá í Føroyum. Her kann tí blíva talan um dupultan vinning ? at fáa eina synergieffekt. Tvs. at kanningarnar í báðum økjum stuðla upp undir hvørja aðra.
Kanningar av basalti við Føroyar hava nevniliga eisini stóran týdning fyri leiting í norskum øki við basalti. Eisini kunnu ávís leitimodell á føroyskum øki verða áhugaverd at royna í norskum umráði. So her er avgjørt ein veksulvirkningur við tí kunnleikaflutningi man ger frá einum øki til eitt annað.
Yngve Vassmyr hevur ikki verið í Føroyum áður. Ein roynd varð gjørd í fjør, men ringa veðrið forðaði honum at lenda. Nú hann hevur vitjað er hann sera fegin um at hava møtt umboðum fyri føroyskar myndugleikar og at hava sæð landið.
Statoil hevur gjørt væl av seismiskum kanningum. Teir fara at leggja stóra orku í at fáa tilfarið tulkað skjótast, soleiðis at teir kunnu seta út í kortið, hvar tann brunnurin, sum teir hava bundið seg at bora, skal vera.
Tað verður eisini arbeitt við at fáa tilfar til vega, sum kann vera við til at avgera, hvar og um Statoil skal bora ein brunn í sínum 9-ára loyvi. Statoil tørvar fleiri upplýsingar til at kunna gera av, um teir skulu bora í 9-ára loyvinum. Treytin fyri hesum loyvinum er tann, at tú eftir nøkur ár við kanningum skal taka støðu til, um tú vil bora ein brunn og harvið varðveita lisensin. Verður borað har, so verður tað ein brunnur í basaltøki.
Yngve Vassmyr útilokar ikki, at Statoil borar sín seinna brunn í sínum seks ára loyvi í 2003, men mest sannlíkt er, at teir bora í 2004. Teimum tørvar at fáa upplýsingar yvir aðrar brunnar umframt at gera meiri seismiskt arbeiði. ? Royndirnar frá norska landgrunninum siga okkum, at vit hava brúk fyri meira tíð til at kunna gera økið meira búgvið.
Tað er í sær sjálvum sera positivt, at tað er staðfest, at ein virkin oljuskipan finst í føroysku undirgrundini.
Eingin vanlukka við turrum brunnum
Sum royndur leitimaður í norskari oljuvinnu heldur Yngve Vassmyr ikki, at tað er nøkur vanlukka, at tveir brunnar við Føroyar vórðu turrir. ? Tað er sera positivt, at man bara eftir at hava borað tríggjar brunnar fær staðfest eitt leitimodell. Vit hava royndir frá norskari síðu, har tað hava verið boraðir nógv fleiri brunnar við einum nógv verri úrsliti, og kortini gjørt fund eftir at uppaftur fleiri brunnar vórðu boraðir. Tú mást arbeiða uppá longri sikt og hava tol og varðveita áhugan og entusiasmuna, sjálvt um tú fær nøkur negativ úrslit.
Yngve Vassmyr tosar út frá egnum royndum. Hann hevur sjálvur verið við at leita og finna olju, har øll onnur høvdu slept vónini. Hann stóð á odda fyri leitingini eftir Nornefeltinum og fann tað, tá allir aðrir vildu gevast. Her var talan um eitt risastórt fund, sum varð gjørt í 1990, uppá meira enn 500 mill. føt ella eitt sindur størri enn Schiehalion við føroyska markið. Teir boraðu fyrst meira enn 12 turrar brunnar. Síðani varð eitt lítið gasskondensatfund gjørt sunnan fyri Norne, og tað fekk Yngve Vassmyr at halda, at tað mundi vera møguligt at finna olju nærri Norne. Teir boraðu tveir brunnar í sama lisensi, har teinurin millum teir var 30 kilometrar. Báðir vórðu turrir. So tóku teir á seg váðan at bora ein aftrat millum hinar báðar, og hesin vísti seg at vera stórt fund. Yngve tekur hetta fram fyri at siga føroyingum, at tað at leita eftir olju er eitt langsiktað arbeiði. Tað krevur, at tú hevur ís í maganum og tol at halda fram. Royndirnar vísa, at tað tekur oftani longri tíð at gera lønandi fund. Má man vera tilreiðar at taka ímóti nøkrum vónbrotum og samtíðis at halda lív í motivatiónini og trúnni.
Stórar broytingar
Stórar broyingar eru farnar fram í Statoilbólkinum í Føroyum. Yngve sær fram til at kunna arbeiða saman við Shell sum nýggjum luttakara í samtakinum, nú felagið hevur keypt upp Enterprise. Eisini aðrar broytingar eru í bólkinum, eitt nú eru Phillips og Conoco løgd saman og Petro Canada hevur keypt Veba Oil. ? Eg haldi vit við hesum broytingum hava styrkt samtakið á fleiri økjum, her ikki minst innan tøkni. Statoil, sum hevur havt eitt sera tætt samstarv við Shell í norskum øki, heldur, at ikki minst Shell kann styrkja samtakið. At samtakið er broytt so nógv ger tað eisini náttúrligt at flyta virksemi úr London til Stavanger.
Ikki ósannlíkt at finna gass har norðuri
Seinastu árini eru fleiri gassfund gjørd á djúpum vatni í Noregi tvs. í økjum nærri Føroyum. Uppá fyrispurning hvørjir møguleikar eru at gera gassfund í tí norðara partinum av føroyska økinum upp ímóti tí norska markinum sigur Statoilstjórin, at teir halda tað ikki vera ósannlíkt, at man kann gera gassfund har, men leggur aftrat, at bæði her og hinumegin markið í norskum øki, Møre, er basalt. Tí er sera umráðandi at fáa gjørt kort yvir strukturarnar undir basaltinum. Tað hevur eisini týdning at arbeiða víðari við boring gjøgnum basalt. Føroya økið er tí ein partur av tí kortlegging, sum Statoil ger av øll djúpvatnsøkjum.
Seismisku tulkingarnar teir gera nú skulu annars vera grundarlag undir, hvussu teir við enn eini umfevnandi »long-offsett 3D« kanning neyvt kunnu útpeika, hvar teir skulu sera borin í, eisini í eini møguligari boring í 9-ára lisensinum teir hava saman við Anadarko.