Statoil ynskir at keypa Saga

Um eitt oljufelag ynskir at gerast størri og at tryggja sær atgongd til ávísar oljubrunnar, so er Saga Petroleum eitt tað besta keypið í løtuni. Fleiri oljufeløg standa í løtuni klár til at yvirtaka norska oljufelagið

Jógvan Hugo

Gardar úr Oslo


Í dag leggur Saga Petroleum fram síni rakstrartøl fyri seinastu fýra mánaðirnar. Hetta er ikki hugaligur lesnaður hjá eigarunum, aftaná at Saga longu tann 15. september boðaði frá, at tey skulu skriva niður virðið á felagnum við 2,5 milliardum norskum krónum.

Saga-virðisbrøvini liggja í løtuni sera lágt á virðisbrævamarknaðinum, sjálvt um virðið øktis eitt vet mánadagin. Tá komu boð frá Statoil um, at tey eru hugað at keypa Saga Petroleum. Á virðisbrævamarknaðinum verður Saga í dag mett til umleið tíggju milliardir norskar krónur. Hetta er bert tvær milliardir meir enn felagið keypti Santa Fe fyri í 1996.


Freistandi at keypa

Søgurnar ganga í Noregi um, at dagarnir sum eitt sjálvstøðugt felag skjótt eru taldir hjá Saga. Samstundis vísa serfrøðingar á, at tað at Statoil eigur 15 prosent (hava keypt út Hydro) og Hafslund eigur fimm prosent í Saga kann vera við til, at onnur feløg ikki vilja royna at keypa Saga.

Salomon Smith Barney kunngjørdi tann 18. september, at Saga Petroleum var eitt gott keyp fyri tey, sum ynsktu at keypa sær rættindi til oljubrunnar.


Saga avvísir

Á høvuðsskrivstovuni hjá Saga Petroleum vóru viðmerkingarnar stuttar og avvísandi aftan á, at tað kom fram, at Statoil umhugsar at keypa Saga.

? Um Statoil ger álvara av hesum, so er hetta eitt ikki eitt vinarligt keyp, vóru boðini frá Saga.

Statoil og norska olju- og orkumálaráðið skulu hava tosað saman um at tryggja, at Saga Petroleum ikki endar á útlendskum hondum.

Hvørgin av pørtunum vildu í gjár gera viðmerkingar til hetta.