Mynd
Høvdingar hittast. Jan Christiansen, býráðsformaður býður norska starvsfelaga sínum, Leif Johan Sevland úr Stavanger vælkomman til Føroya. Mynd Jan Müller
Oljuvinna
?Vit eru komin til Føroya fyri at bjóða okkum fram í komandi oljuvinnuni. Í tann mun føroyingar ynskja samstarv og samarbeiði við virki, stovnar og fyritøkur í Stavanger og økjunum nærhendis, og tit vilja hava góð ráð, eru vit fús til slíkt sigur ein rættiliga fryntligur og avgjørdur borgarstjóri. Hann heldur tað vera rætt av føroyingum at vilja stýra og leggja útviklingin til rættis sjálvar men heldur eisini, at norðmenn kunnu geva eitt gott íkast til komandi gongdina við sínum 30 ára royndum og vitan frá hesi vinnu. Seinastu dagarnar hava vinnulívsfólk, skúlafólk og politikarar úr Stavangerøkinum vitjað starvsfelagar í Føroyum. Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum Jan Christiansen á odda hevur verið vertur, nú talan er um vinarbýir. Á samkomu í býráðssalinum hósdagin beyð Jan Christiansen stavangerfólkinum at verða hjartaliga vælkomin í Føroyum og helt fyri, at føroyingar eru avgjørt sinnaðir til at menna samstarv við norðmenn, eitt nú at keypa vørur og tænastur frá teimum í sambandi við komandi oljuvinnuna, um hesar eru kappingarførar í prísi og dygd. Hann metti tað vera rætt við eini breiðari samvinnu, ikki minst tí at vit froyingar kunnu læra nógv av norsku royndunum.