Í kvøld vóru 2,6 miljónir krónur at vinna í Gekka-spælinum, og tað var 22 ára gamli, Hans Christiansen í Klaksvík, sum fekk fulla plátu. Mamma hansara, Maria Christiansen, var fjarritari.
Spenningurin var stórur. Tey valdu at koyra tær 2,6 miljónir krónurnar í bláa leypin, men tá gekka-hjólið steðgaði eftir fyrsta drátt, stóð vísarin á gula leypinum.
Vinningarnir her vóru so freistandi, at tey valdu at steðga, og tað merkti, at Hans Christiansen vann 150.000 krónur í reiðum peningi, umframt ein Apple-pakka á 40.000 krónur.
Magnus Magnussen, sum var vertur í Gekka-spælinum í kvøld, upplýsti eftir dráttin, at høvuðsvinningurin í Gekkinum næstu ferð verður 2,8 miljónir krónur.