Í nátt hevur løgreglan í Havn gjørt eitt miðvíst átak at kanna bilførørar fyri rúsdrekkakoyring.
Hetta var tíðliga í morgum, stutt eftir at skeinkistøðini høvdu stongt.
Tilsamans vórðu einir 100 bilar steðgaðir, men allir bilførararnir koyrdu við góðari samvitsku.
Men tíðliga í morgun steðgaði løgreglan tveimum bilførarum afturat í vanligum eftirliti.
Talan var um tveir ungar bilførarar og teir vórðu báðir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Annars hevur verið stak friðaligt hjá løgregluni í gjárkvøldið og í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.