Donsku myndugleikarnir hava gjørt greitt, at teir vilja gera alt til tess at forða fyri einari oljudálkingarvanlukku sum teirri, ið hendi við tangaskipinum "Prestige", og tí er eftirlitið við tangaskipunum, sum sigla ígjøgnum tey donsku sundini hert munandi seinastu tveir mánaðarnar.
Fyrradagin gjørdi danska sjópverjan av at steðga einum tangaskipi, sum var á veg ímóti Stórabelti við 70.000 tonsum av olju í tangunum. Skipið fekk boð um at leggja stilt, eftir at loðsurin varnaðist, at róðurmaskinan virkaði ikki, sum hon skuldi. Síðani hevur skipið ligið fyri akkeri sunnan fyri Falster, meðan bíðað verður eftir, at róðurmaskinan verður umvæld.
Skipið, sum eitur "Kaptein Stankov", er skrásett í Liberia, men tað er eitt bretskt reiðarí, sum eigur tað. Skipið fermdi oljuna í Estlandi og skuldi til Antwerpen í Belgia við lastini.