Steðgið fronsku kollveltingini

HM ? beint nú

Nú eru fraklendingar og brasiliumenn bert ein dyst frá tí ultimativa dreyminum.

At gerast heimsmeistari.

Brasiliumenn hava tað til vana, meðan teir stakkals fraklendingarnir hinvegin hava ein vana til skapar trupulleikar.

Var nakað rættvísi til í fótbólti, slapp Frakland ikki víðari frá innleiðandi umfarinum, tí sum teir fóru fram í fyrireikingunum til HM-endaspælið, høvdu teir uppiborið at tapt allar teir innleiðandi dystirnar.

Men framvegis situr hasin ólukku Michel Platini, fyrireikari og fransmaður, á áskoðaraplássinum og klappar hvørjaferð Frakland sleppur eitt fet longur. Platini, sum einaferð bergtók allan heimin við sínum framúr fótbóltsspælið, gongur nú slipsaklæddur sum ein annar fótbóltspampari, og rópar upp um dómaralinjur, snýtir hini europeisku londini fyri atgongumerki og sær so deiliga vælnøgdur út.

Einaferð var hann tann fullkomni, eleganti fótbóltsspælarin, men nú fer hann fram sum ein elefantur í einum drívhúsi, og bara tankin um at síggja skortin í Platini, tá Frakland tapir HM-finaluna, er nærum nóg mikið til at halda við Brasilia.

Men tað er nakað av eini tvísstøðu, tí tað er heldur ikki serliga stuttligt at síggja brasiliumenn blíva heimsmeistara 4. hvørt ár, sjálvt um teir spæla frálíkan fótbólt.

Dreymurin um ein verdugan heimsmeistara hvarv í hálvfinaluni, tá hálendingarnir mistu takið í brotssparkskappingini móti Brasilia. Dreymafinalan hevði verið millum Holland og Kroatia, nú teir fantastisku norðmenninir og teirra gummistivlafótbóltur ikki náddu longur...

Hetta HM gjørdist til eina staðfesting av, at Europa er einaráðandi í heimsfótbólti. Í áttandapartsfinalunum vóru øll londini europeisk. Víst liggja Brasilia og Argentina í Suðuramerika, men tey spæla eisini europeiskan fótbólt, og flestu spælararnir á liðunum hava sína dagligu gongd í europeiskum feløgum.

Nigeria, sum var besta boðið uppá ein heimsmeistara uttanfyri Europa og Suðuramerika fekk ein frammaná frá danska klapphattinum, og so ruku teir út, sjálvt um teir høvdu spælararnar til nakað heilt stórt. Men væntandi disiplinin og konsentratiónin, sum er so alneyðug til slíkar kappingar, er ikki tað, afrikanskir bóltspælarar eru bestir til, og tí ganga tað minst 20 ár, áðrenn nakar heimsmeistari kemur úr Afrika.

Sunnudagin verður so alt avgjørt, og hevði tað bara verið so væl, at tað endaði við eini brotssparkskapping...