Steðgið grindadrápi tí tit skaða heilsuna

Felagsskapurin hjá Pete Bethune er komin til landið, og teir hava lagt á heilt anan bógv enn aðrir djóraverndarskapir, sum havast at grindadrápi.

Pete Bethune sjálvur kemur til landið í kvøld, men nøkur av seks mans stóra bólkinum eru longu komin. Teirra millum Donald Newe, sum kallar seg høgra hond hjá Bethune.

Donald Newe sigur, at teirra felagsskapur – sum ikki hevur nakað navn enn – leggur stóran dent á, at teir eru ímóti grindadrápi, tí tvøstið og spikið eru heilsuskaðiligt.

- Møður í Tórshavn geva ikki sínum børnum grind at eta, tey eru so mikið upplýst. Tá tú kemur út á bygd er støðan ein onnur, sigur Donald Newe.

Hann sigur, at seks fólk stóra toymið, sum verður í Føroyum nakrar vikur, er her fyri at læra meira um hví vit drepa grind. Sjálvur er hann nærmast tað, ið á enskum verður kallað horsewhisperer, meðan ein kvinnuligur limur í bólkinum er serfrøðingur innan hundar og kettur.

- Vit vilja ikki hava tykkum at steðga grindadrápinum, tí hvalastovnurin er í vanda. Vit vita at stovnurin ikki er hóttur. Vit vilja hava tykum at steðga við grindadrápinum av einari orsøk eina: Tað er heilsuskaðiligt, sigur Donald Newe.

Hann heldur, at vit mugu taka í egnan barm, tá tað kemur til dálking.

- Tá tú gongur fram við strondini er tað ikki smávegis, ið liggur og flýtur í sjóarmálanum. Eg skal ikki siga, at tað ikki kann koma rekandi aðrastaðnis frá, men eg eri vísur í, at meginparturin kemur frá tykkum sjálvum, sigur Donald Newe.

Hann sigur, at nøkur av tiltøkunum, ið toymið fer at skipa fyri, er upplýsingarfundur.

- Mítt øki er hestar, og eg havi ætlanir um at skipa fyri einum slag av skeiði um, hvussu ein fer við hestum. Sama fer starvsfelagi mín, ið hevur hundar og kettur sum serfrøði, sigur Donald Newe.

Eitt annað stórt tiltak, sum toymið hjá Pete Bethune fer at skipa fyri, er ein ruddingardagur.

- Vit ætla at boða frá einum slíkum ruddingardegi, helst ein leygardag, tá flestu fólk hava frí, sigur Donald Newe.