Fyri fimm árum síðani kom undirritaði at standa tveir til tríggjar metrar framman fyri einum hátalara, sum var 420 watt. Áðrenn eg vardi, fór hátalarin á fulla styrki í umleið eitt sekund, og eg merkti alt fyri eitt, at okkurt hendi í oyrunum. Líka síðani hava eg verið plágaður av nógvum óljóði í oyrunum, eisini nevnt tinnitus.
Í fjør leitaði eg mær hjálp uttanlands og fór á skeið hjá Den Tværfaglige Sunhedsklinik á Sankt Knudsvej 56 í Keypmannahavn, har eg kom í prát við ein ungan tónleikara. Hann greiddi mær frá, at einaferð hann skuldi flyta ein hátalara, kom ein annar til at stíga á fótpedalina, og hátalarin fór á fulla stryrki. Har var onki at gera. Trummuhinnurnar hjá unga tónleikaranum sprongdust, og hann bleiv so meint raktur av tinnitus, at hann mátti gevast sum tónleikari. Síðani royndi hann seg sum hýruvognsførara, men hesum mátti hann eisini gevast við. Trupulleikin var, at hann ikki longur fekk savnað tankarnar nóg væl. Eins og hann, fekk eg eisini trupulleikar við at savna meg, tá eg aftur setti meg á skúlabonk aftaná hendingina við hátalaranum.
Hvat er tinnitus?
Hvat er tað so, sum hendir, tá fólk fáa tinnitus? Í flestu førum kemur skaðin av ov nógvum larmi. Inni í oyranum eru á leið 30.000 hárkyknur, sum eru umgyrdar av vætu. Tú kanst næstan samanbera hetta við eitt akvarium við nógvum plantum í. Tá akvariepumpan steðgar, standa planturnar beint uppeftir eins og hárkyknurnar í oyranum, tá onki óljóð er. Tá pumpan verður sett til, byrja planturnar at røra seg eins og hárkyknurnar, tá óljóð rakar tær. Jú harðari pumpan gongur, jú meir boygna planturnar - jú harðari ljóðið er, jú meir boygna hárkyknurnar í oyrunum.
Heldur pumpan á at vera hart frá í longri tíð, kann tað enda við, at planturnar falla á botn ella brotna av. Tað sama hendir við hárkyknunum, um vit vera fyri nógvum óljóði í longri tíð.
Verður pumpan knappliga sett á fulla styrki, kann tað henda, at planturnar brotna av alt fyri eitt. Tað sama hendir við hárkyknunum, um tær knappliga verða raktar av ógvusligum ljóði, til dømis um fýrverk brestir beint við oyruni, ella tú kemur at standa beint við ein hátalara, sum fer á fulla styrki bara ein brotpart av einum sekundi.
Munurin er, at planturnar kunnu vaksa aftur. Tað kunnu hárkyknurnar ikki - tær eru oyðilagdar fyri altíð.
Ung í vanda
Mínar upplivingar hava fingið meg at hugsa um nógv umrøddu Pisakanningina, har føroysk skúlabørn dumpaðu so dyggiliga. Eg meti, at orsøkin til vánaliga Pisaúrslitið væl kann hugsast at hanga saman við, at ung fólk í Føroyum eru so nógv plágað av hoyriskaðum. Og størsta orsøkin er, at vit hava ongar lógir og reglur, sum kunnu verja okkum.
Í Føroyum byrjaðu trupulleikarnir við hoyriskaðum av álvara fyri 15 til 20 árum síðani, tá mynduleikarnir tóku av øll avgjøld á musikkanlegg og annað, sum hartil hoyrir. Síðani tá hava ung fólk keypt sær stór og kraftmikil musikkanlegg fyri lítið og lætt.
Sjálvur havi eg eisini hoyrt eina sjúkrasystir greiða frá, at tá ungfólk koma á skaðastovuna við snuddum, gremja tey seg ofta nógv meir um larm í høvdinum og oyrunum, enn um skaðan, tey koma inn við. Ongin ivi er um, at hesi ungu hava verið á onkrum staði, har larmurin hevur verið so ovurhonds stórur, at hoyrnin hevur fingið skaða.
Men eisini smá børn eru í vanda. Tí kann tað renna mær kalt niður eftir rygginum, tá eg síggi børn í einum bili, har tónleikurin er á fullari styrki. Hoyrnin hjá børnum er als ikki liðugt búnað, og tí verða tey serliga meint rakt av larmi og óljóði.
Eg veit, at mynduleikarnir vita av trupulleikanum. Hendir onki á økinum verða alsamt fleiri ung fólk í vanda fyri at fáa hoyriskaðar og álvarsligar trupulleikar við hoyrnini
Innilig áheitan
Ilt er at siga, hvussu vit best loysa trupulleikan, men málið má vera, at vit koma niður á null hoyriskaðar. Tí fari eg inniliga at heita á mynduleikarnar um at gera okkurt munagott, til dømis við at seta lógir og reglur í verk.
Eitt nú kundu ljóðmátarar, sonevnd "Ljóðoyru", verið settir upp á støðum, har vandi er fyri høðrum ljóði. Hesir ljóðmátarar vísa ein mynd av einum oyra, sum lýsir grønt, tá ongin vandi er, gult tá ljóðið nærkast vandamarkinum og reytt, tá vandi er á ferð.
Um watt-talið fer upp um eitt vist til konsertir og annað, átti tað verið eitt lógarkrav at tey, sum skipa fyri, fáa gyldugt loyvi frá mynduleikunum. Fyri at fáa eitt slíkt loyvi, eiga fyriskipararnir at lúka ymsar treytir, so sum áseting av aldursmarki fyri atgongd, umframt at høvuðsfyriskiparin skrivar undir uppá, at viðkomandi er greiður yvir vandan, sum kann standast av høðrum ljóði. Á tann hátt hevði eisini verið lættari at staðfest ábyrgdina, um skaði stóðst av ljóðinum.
Vónandi taka mynduleikarnir mína áheitan í álvara, so at vit í Føroyum kunnu gerast ein fyrimynd á hesum økinum.
Til ber at lesa meir um hetta evni í bókini Pas på ørene- Tinnitus, høreskader, forebyggelse og behandling eftir tónleikaran Henrik Strube