Steðgið manninun

Nemus Nap Djurhuus

Eg havi ikki loyvi at kalla Jógvan við Keldu rasist - men tað nærkast so ógvuliga nógv, at eg havið hug at gera tað, men eg lati vera, so eg ikki fái eina injuriusak á hálsin.

Hvat bagir manninum
Nú má vera nokk við at Jógvan við Keldu heldur seg vera einaráðandi í Føroyum viðvíkjandi útlendingum, sum arbeiða, búgva her.
Hvat hava teir gjørt? Einki uttan tað, sum flestu føroyingar ikki tíma, arbeiða í fiskivinnuni, dugnalig og fryntlig fólk, ið hava valt annað land at integrera seg í og taka tað arbeiði, tey mun stendur í boði.
Eg kenni nógvar útlendingar, sum eru komnir til Føroyar at royna sína eydnu og eru so glaðir fyri Føroyar, at teir hava sligið røtur her, og tað skal vera teimun væl unt. Hesi fólk eru at sær komin, at tey royna at læra seg føroyska málið og føroyskar siðir!

Til samgonguna
Ganga tit veruliga inn fyri at vit skulu forfylgja øllum útlendingum, sum ikki eru føroyskir ríksiborgarar (um nakað eitir so, tí vit eru jú øll danir) at tey skulu av landinum, tá teirra arbeiðs- og uppihaldsloyvi gongur út. Útreinskan av óynsktum fóklasløgum var onkur sum einaferð hevði í huga, og mundi hendan ætlan hansara næstan eydnast. Er tað veruliga so er illa statt í føroyskum politikki? Góðu menn og kvinnur á tingi. Takið nú í egnan barm og boðið frá, hvat tit veruliga meina vit ein útlendingapolitikk. Ella er meiningar tykkara bara ein orðaskavaldur?

Til andstøðuna
Eg veit, at Tjóðveldisflokkurin hevði eina fulfíggjaða ætlan viðvíkjandi útlendingapolitikkinum - men lítið og einki er at hoyra um hesa ætlan. Hvat við at almennakungera, hvat ætlanin inniber?
Ikki ber til at sita hendur í favn og »bara« siga, at vit mótmæla. Andstøðan hevur sanniliga eisini ábyrgd hesum viðvíkjandi.

Til Jógvan við Keldu
Góði keri fitti maður/vinur (ja tað meti/vóni at tað tú og eg er framvegis eru, tó ósamdir eru vit báðir) tak í egnan barm ella okkurt annað. Lat ikki okkum føroyingar koma í ringt orð um allan heim sum rasistar og óvinarligar móti øllum útlendingum, sum royna at lívbjarga sær og sínum, eisini Føroyum. Flestu sum koma til Føroyar eru dugnalig og vita, hvørji krøv eru galdandi í Føroyum, tá tey koma .
Tú er ikki longur býráðsformaður í Klaksvík, men landsstýrismaður fyri allar føroyingar, og tað krevur sín mann.
Vís nú, at tú er tann stórpolittakari, tú metir teg sjálvan vera.
PS: Viðmerkingar um útlensk ítróttarfólk kemur seinni, tó tann spurningurin hevur skund.
Vinarliga og við bestu kvøðum til tín.