Steðgurin sløkti B68

Hóast B36 royndi at søkja at málinum hjá B68 frá byrjan í dystinum, kom einki mál í fyrra hálvleiki.
- Vit kláraðu at verja fyri í fyrra hálvleiki, men tá ið vit ikki eru klárir til seinna hálvleik, verða vit revsaðir og tapa dystin, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.
B36 sló til beint eftir steðgin, og áðrenn tveir minuttir vóru gingnir av seinna hálvleiki, heimaliðið skorað tvær ferðir, og so var einki at gera hjá útiliðnum.