Steelheart er í Føroyum

Amerikansku tónleikararnir eru tiknir á bóli av føroysku náttúruni.

 

 

Fyrr í dag kom amerikanski rockbólkurin Steelheart við Atlantsflogi til Føroya.

 

Teir spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, men eru komnir til Føroya í góðari tíð, so at teir bæði kunnu uppliva eitt sindur av Føroyum og vera púra klárir til framførsluna á Vágsbø.

 

Føroyar hava víst seg frá sínari vøkru síðu í dag, og amerikansku tónleikararnir eru púra ovfarnir av føroysku náttúruni.

 

Teir hava tikið nógvar myndir og hava verið úti og hugt seg um ymsastaðni.

 

Steelheart spælir á Summar Festivalinum fríggjakvøldið kl. 21:30.