Tað eru nú meiri enn tveir mánaðir síðan val var í Svøríki, men enn er eingin stjórn skipað.
Tað eydnaðist hvørki Ulf Kristersson frá Moderaterna ella Annie Lööf frá Centerpartiet at fáa meiriluta. Annie Lööf hevur seinastu vikuna roynt at skipa nýggja stjórn, men spenta støðan fekk hana at ásanna, at hon ikki fór at finna nakra loysn.
Tí sleppur sitandi forsætisráðharrin og formaðurin í sosialdemokratunum, Stefan Löfven, at royna seg enn einaferð. Hetta er aðru ferð á hesum sinni, at formaðurin í ríkisdegnum hevur tilnevnt hann sum forsætisráðharra.
Hetta er fyrstu ferð í nýggjari svensku politisku søguni, at ein stjórnarskipan hevur tikið so langa tíð. Formaðurin í ríkisdegnum kann tilnevna nýggjan forsætisráharra upp til fýra ferðir, og hetta er fjórða royndin. So um tað ikki eydnast Stefan Löfven at skipa stjórn hesa ferð, verður nýval útskrivað.