VIDEO: Stefan við frá byrjan í heimasigri hjá Sligo

(Video) Stefan Radosavljevic fekk sín fyrsta heila kappingardyst fyri Sligo Rovers í kvøld

Tríggjar teir fyrstu dystirnar hjá Sligo Rovers higartil í bestu írsku fótbóltsdeildini hevur Stefan Radosavljevic verið skiftur inn í seinna hálvleiki.

 

Í kvøld spældu Stefan allan dystin, tá Sligo Rovers á heimavølli vann 2-1 á St. Patrick's.

 

Reece Hutchinson legði Sligo á odda tá 32 minuttir vóru farnir. Útiliðið javnaði tá 62 minuttir vóru farnir av dystinum, men bert fimm minuttir seinni skoraði Fabrice Hartmann sigursmálið fyri Sligo.

 

Sligo fekk verjuleikaran, John Mahon vístan av vølli tá bert 20 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tí var talan um eitt megnar avrik hjá Stefani og liðfeløgunum at vinna dystin 10 móti 11 monnum.

 

Sligo er nummar fýra í deildini við sjey stigum. Trý stig eru upp til Derry City, ið er fremst í deildini við 10 stigum.

 

Komandi leygarkvøld hevur Sligo Rovers heimadyst móti Cork City.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##