Tað eru góð tíðindi, sum Tofta Ítróttarfelag í kvøld borðreiðir fyri viðhaldsfólkunum við.
Tíðindini eru, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Steffan A. Løkin.
20 ára gamli U-21 landsliðsspælarin flutti síðsta vetur úr barndómsfelagnum NSÍ og stutta teinin út á Toftir og til B68.
Steffan hevur verið fastur maður í fremstu ódnini, tá ið hann ikki hevur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla. Hann er skrásettur at hava spælt 19 dystir og fyri at hava skorað fýra mál.
Tilsaman hevur Steffan A. Løkin sambært faroesoccer.com spælt 58 dystir í Bbestu deildini og skorað níggju mál.
Higartil hevur Steffan spælt fimm ferðir á U-21 landsliðnum. Hann hevur skorað eitt mál, og tað var vorðið sum mál, tá ið hann 6. september á Tórsvølli javnaði til 1-1 ímóti Fraklandi. Tað málið og 1-1 úrslitið fór um allan fótbóltsheimin.
Í morgin fara Steffan A. Løkin og B68 at spæla á heimavølli ímóti grannunum í NSÍ. Dysturin var ásettur at vera klokkan 15, men nú er hann fluttur til klokkan 17, tá ið tað verður roknað við, at veðrið verður frægari enn fyrr á degnum.