Steffan Danielsen (1922-1976) búði tað mesta av sínum stutta, men tó skapandi lívi í Nólsoy. Hann var sjálvlærdur og dugdi at fanga tað fjølbroytta í tí føroyska landslagnum, tey gráu veðurlíkindini og tey eyðkendu húsini.
Steffan, ið ikki var útbúgving listarliga, hevði eitt skiftandi sinni, og hetta sær ein aftur í hansara fjølbroyttu verkum. Summi verk eru einføld og og eru á markinum til tað barnsliga. Tey bestu verkini harafturímóti hava ein ráleika og eina frígerandi skapanarmegi, sum er eyðkenni hjá ólærda Steffan Danielsen.
Hóast tað tronga bygdarumhvørvið, Stefan livdi í, greiða verkini hjá Steffan Danielsen frá eini ótrúligari skapanartrongd. Val av evni og bygnaði var ofta óvanligt, men Steffan Danielsen megnaði at fáa poesi fram í sjálvt tað mest treystaleysa og menniskjatóma gráveðrið. Flestu av hansara myndum eru úr heimbygdini; eitt av einum opnum vindeyga, klædnasnórum o.s.fr., men eingi menniskju. Tómleikin ræður og lýsir ein longsul , ja stundum eitt bítandi kalt einsemi.
Tann fyrsta málingaframsýningin hjá Steffani Danielsen var á Ólavsøku í 1952. Í árunum 1951-1956 helt hann til í Danmark, har hann m.a. sýndi fram í Den Frie Udstillingsbygning í 1956.
Framsýningin er skipað í samstarvi við Listasavn Føroya, privatar lánarar og stjóran hjá forlagnum Bókagarður, John Dalsgarð Bókagarði.
Sýningarstjóri er Aðalsteinn Ingólfsson.
Framsýningin er opin frá 27. november til 27. mars komandi ár.
Fyrilestur um Steffan Danielsen við cand. mag. Kinnu Poulsen verður sunnudagin 28. november kl. 15.