Tá ið teir fóru at hvíla seg í HB húsinum í kvøld, var tað einki, sum bendi á, at talan fór at verða um stórt skrædl.
Eftir fyrru trý korterini var støðan 2-1 til NSÍ. Beinanvegin eftir steðgin skoraði NSÍ tvey mál, og tað endaði 9-1 til NSÍ.
NSÍ liðið var heilt væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru Mórits Heini Mortensen, Jann Martin Mortensen, Búi Egilsson og Steffan A. Løkin.
Eingin HB spælari, sum hevur verið við til at vinna besta liðið at vera FM favoritt, var í kvøld á listanum hjá næstbesta liðnum.
Steffan A. Løkin legði NSÍ á odda 1-0 eftir uppspæl frá Jann Martin Mortensen, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, men fimm minuttir seinni svaraði HB aftur, og so var støðan 1-1. Málskjútti var Bárður Guttesen.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Jann Martin Mortensen við brotssparki NSÍ framum aftur, og 2-1 støðan helt sær til fyrri hálvleikur var av.
Tríggjar minuttir eftir steðgin var støðan 4-1 til NSÍ, og so gekk tað ógvuliga skjótt við málskjótingini.
Steffan A. Løkin skoraði fimm mál aftrat og varð harvið seksfaldur málskjútti. Hini málini skoraðu Jógvan Højgaard og innskifti Jørgen Nielsen.
NSÍ er næstfremst við 41 stigum – fýra stig aftanfyri Víking, sum hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.
HB er á fimta plássi við 30 stigum.
Fríggjakvøldið fær HB vitjan av B71, og NSÍ skal spæla á útivølli ím+óti FC Hoyvík.