Steinaldarføði ávirkar náttúruna

Eta vit meira kjøt, økja vit samstundis um alheims upphitingina.

Nógv protein frá kjøti, fiski og egg. Gjarna um morgunin, á døgurða og um kvøldið. Hetta eru grundarsteinarnir í steinaldarføði, ið er eitt lutfalsliga nýtt slag av klænkikuri, sum eisini nakrir føroyingar eru á.

Men velja nógv fólk í framtíðini at eta kjøt heldur enn kolhydrat, hevur hetta negativa ávirkan á náttúruna.

- Tað hevði á ongan hátt verið gott fyri umhvørvið, sigur Henrik Saxe, dr. agro og lektari á Fødevareøkonomisk Institut, sum er á Københavns Universitet.

Heldur ikki er tað gott fyri náttúruna, um fleiri fólk fara at eta meira av fiski.

Fleiri fiskastovnar eru ovfiskaðir, og fleiri vansar eru við aldum fiskasløgum.

- Fiskurin verður fóðraður við soja, sum verður dyrkað á økjum, har tað fyrr var skógur, sigur Henrik Saxe.

Vil mann undir øllum umstøðum eta kjøt, er tað ikki líkamikið, hvat slag av kjøti, talan er um.

Mátingar av útleiðingini av koltvísúrni vísa, at oksakjøt er tað ringasta fyri umhvørvi, meðan hvítt kjøt sum grísur og høsnarungi ikki hevur eins stóra ávirkan.