Í gjár doyði ein av okkara virknastu og fjølbroyttastu rithøvundum, Steinbjørn Berghamar Jacobsen, 74 ára gamalur, eftir at hava ligið sjúkur í eina tíð.
Steinbjørn varð føddur 30. September í 1937 í Sandvík.
Eftir at hava tikið realprógv á Tvøroyri, fór hann til Grønlands og til Íslands at fiska og rógva út. Í 1959 fór hann á læraraskúla á Den frie Lærerskole í Ollerup.
Hann var lærari í Danmark eitt skifti men kom heim í 1965 at vera lærari í Sankta Frants skúla í Havn, men longu árið eftir varð hann lærari í Húsavík.
Frá 1970 til 1980 var hann stjóri á Føroya Fólkaháskúla og tað var her, at hansara mentanarliga go samfelagsliga virksemi byrjaði av álvara.
Í 1971 var hann við til at stovna Fólkafylkingina ímóti EEC, og í 1967 var hann við til at endurstovna
Rithøvundafelagið.
Tá ið Gluggin kom út aftur í 1968, stjórnaði hann eini føstum síðum í blaðnum við yrkingum og smásøgum, eins og hann skrivaði ummæli. Saman við Gunnar Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum frá 1977 til 1981.
Frá 1981 til 87 var hann nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum.
Í 1981 varð hann lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Umframt hetta hevur hann verið á fleiri skeiðum,
umframt at hann hevur verið vikarur í styttri tíðarskeið á ymsum skúlum.
Hann fekk M.A Jacobsens heiðurslønina tríggjar ferðir, fyrstu ferð fyri barnabókmentir saman við Bárði Jákupsson, aðru ferð fyri fagrar bókmentir í 1981 og triðju ferð fyri barnabókmentir í 1985.
Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað eitt ótal av bókum, bæði yrkingasøvn, barnabøkur, lesibøkur, skaldsøgur, sjónleikir, endurminningar, filmshandrit, barnasangir og annað.
Kelda: Rithøvundafelagið