Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, hevur í morgun boðað frá, at hann hevur sagt seg úr starvi.

 

Rektarin á Glasi verður nýggjur privatkundastjóri hjá BankNordik. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað veit útvarpið hjá Kringvarpinum at siga. Hann hevur boðað næmingum og lærarum frá hesi avgerð í morgun.

Steinbjørn Hardlei tók við starvinum sum rektari á Glasi í 2019 eftir at Boga Bech Jensen hevði sagt seg úr starvi, og hann hevur sitið í starvinum í sløk trý ár.

Hann tekur í august við sum stjóri á privatkundadeildini hjá BankNordik.

Una Joensen tekur við sum virkandi rektari frá 1. juli í ár.

 

Rektarin á Glasi verður nýggjur privatkundastjóri hjá BankNordik. Mynd: Álvur Haraldsen