Leygardagin 5. mai skipar Treysti fyri NS hálvmarathon í Klaksvík, og í hesum sambandi verða ávísir vegir í býnum stongdir fyri ferðslu í nakrar tímar.
Tiltakið byrjar klokkan 14, og tilmeldingin er opin fyri øllum, tí umframt FM í hálvmarathon, verður eisini motións- og barnarenning.
Startur og mál er uttan fyri Norðoya Sparikassa, og rennileiðin fevnir um bæði eystara og vestara arm av Klaksvíkini.
- Tí verða Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupsstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongdir fyri ferðslu frá klokkan 13-17 leygardagin 5. mai, siga tey í Klaksvíkar kommunu.