Frá klokkan 7 á morgni í morgin til á midnátt leygarkvøldið verður Hovstunnilin stongdur. Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at arbeiðast skal í tunlinum, og tí er neyðugt at steingja fyri allari ferðslu í avmarkað tíðarskeið.
Ístaðin verða ferðandi noydd at koyra um Hovsegg hós-, fríggja- og leygardagin.