Steingrim er føddur og uppvaksin á Argjaboða, hann er sonur Johannu og Óla Jákup Joensen. Johanna var ættað úr Kollafirði og Óla Jákup var ættaður á Argjaboða.
Steingrim er yngst av trimun systkjum, sum vóru Zacharias á Argjaboða, Merry Joensen og Steingrim Joensen, Merry doyði, sum 3 ára gomul av tuberklum.
Steingrim hevði konu úr Miðvági, sum æt Henrietta, fødd Niclasen, og tey fingu 4 synir: Óli, Jóannes, Bogi og Regin. Steingrim bleiv einkjumaður í 1994.
Steingrim hevur starvast hjá P/F Thomas Dam í 53 ár. Í síni frítíð hevur hann røkta seyð og fiska. Steingrim hevur ein lítlan bát og jørð.
Aftaná at Steingrim bleiv pensioneraður, tóku hann og nakrir Argjamenn seg saman og fingu undirhúsið á Argjum sett á stovn, sum eitur Andrasarstova. Har hevur hann sína dagligu gongd.
Steingrim eigur 8 abbabørn og 3 langabbabørn, sum hann hevur stóra umsorgan fyri.
Hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum.