Steintór er bestur

- Vit hava fiskað fyri slakar 23 miljónir krónur í ár og eru væl nøgdir við árið, sigur skiparin á djúpvatnstrolaranum Steintór. Jákup Pauli Hammer, sum hevur ført djúpvatnstrolaran Steintór í Hvalba seinastu 22 árini, letur ikki illa at gongdini í ár.

Hann sigur, at veiðivirðið hjá Steintór í ár táttar í 23 miljónir krónur, og tað er hann nøgdur við.

Skiparin vísir á, at sjálvandi hava árini verið misjøvn, síðan Steintór kom til landið tollaksmessudag í 1985, men sum heild hevur gingið væl hjá skipi og manning.

Sum skilst, hevur Steintór størsta veiðivirði millum djúpvatnstrolararnar í 2010.

- Jú, tað er rætt. Vit hava eisini skilt, at okkara veiðivirði er hitt størsta í okkara skipabólki í 2010, sigur Jákup Pauli Hammer, skipari.

Portalurin hevur spurt Føroya Fiskimannafelag, hvussu gongdin hjá ymisku skipabólkunum hevur verið í 2010, men felagið vil einki upplýsa fyrr enn á landsfundinum, sum verður millum jól og nýggjárs.