Steintór og Niels Pauli farnir til fiskiskap

Hóast verkbann, eru teir báðir lemmatrolararnir úr Hvalba, Steintór og Niels Pauli, farnir aftur til fiskiskap.

Sostatt er okkurt, sum bendir á, at reiðararnir draga ikki eina línu, nú flotin er lagdur og at órógv er í felagnum. Teir báðir partrola og hava sostatt ikki gjørt eftir boðnum frá Reiðarafelagnum.

Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur í stuttari viðmerking, hann hevur biðið bátarnar akta boðini hjá felagnum og koma aftur til lands