Konsert
Leygarkvøldið verður høvið hjá útisetum í Keypmannahavn og ferðandi úr Føroyum at uppliva Steintór Rasmussen í óvandum umstøðum, uttan Frændur ella annan bólk fer hann á pallin á Skarv við bert kassagittara og Pæturi við Keldu.
Steintór sigur við Sosialin, at hetta er ein konsert, ið hann gleðir seg til, tí hetta er nokkso óvand støða hjá honum. Hann eisini at nýta høvið at krydda hitparaduna við at spæla tilfar, ið hann vanliga ikki spælir so ofta.
Steintór hevur sum lagasmiður skrivað nøkur av best umtóktu løgunum hjá Frændum og sum heild í Føroyu. Hann eigur harumframt ein stóran leiklut í Kularrøtur verkætlanini. Harumframt hevur Steintór givið tvær solo fløgur út undir navninum Millum Frændur, men hesar hava verið við bólki, og konsertirnar við Millum Frændur hava ikki verið so naknar, sum tann á Skarv verður. Hetta verður tann nakni veruleikin, Steintór skorin inn á bein.
Steintór hevur frálíka sangaran og klaverleikaran Pætur við Keldu við sær á pallin. Teir hava áður spælt saman í Frændum. Pætur fer at spæla á nýggja klaverið, ið Skarv júst hevur keypt. Pætur, spælir og syngur við hjá Steintóri, men fer eisini at syngja nakrar Evergreens.