Steintór Rasmussen við nýggjari fløgu

Enn einaferð borðreiðir føroyska skaldið, Steintór Rasmussen, við nýggjari fløgu, sum kemur á marknaðin 18. Oktobur.

 

Steintór Rasmussen er helst ein hin best umtókti sangskrivarin í landinum, og aftrat hansara mongu sangskattum leggur hann nú eina nýggja fløgu við heitinum “Valla Foldum Á”.

 

Saman við Frændum hevur Steintór altíð lagt seg eftir at lýsa samfelagsligar trupulleikar og støður við sangi og tónleiki. Og hendan fløgan verður einki undantak.

 

Á nýggju fløguni syngur Steintór um ungar kvinnur, sum gerast mammur tíðliga í lívinum – um hvussu heimurin hevði tikið ímóti Jesusi, kom hann aftur nú, og sjálvandi um ríkisrættarligu støðu føroyinga.

 

Á nýggju fløguni eru 12 løg.

 

Innspælt og ljóðblandað varð 14. - 17. juni og 8. - 10 september í Soundscape Studios. Ljóðtøkningur varð Louise Nipper.

 

Produserað hevurJóhannus á Rógvu Joensen saman við Pætur við Keldu.

 

Lagt tónleikin tilrættis hevur Pætur við Keldu saman við Jóhannus á Rógvu Joensen, Heiðrun Petersen, Troels Skovgaard, Margretu Jóhannusardóttir á Rógvu, Gert Smedegaard og Steintór Rasmussen.