Steintór sleit endarnar

Trolarin Steintór, sum var komin inn á Hvalba at kroka, sleit endarnar í nátt, og ein pullartur skrædnaði úr dekkinum á trolaranum Tað súgaði rættiliga illa í Hvalba í nátt, og Steintór, sum var komin inn at kroka, sleit endarnar, skrivar Suðuroyarportalurin. Tað eydnaðist monnum at sleppa umborð eftir einum stiga, og við bógskrúvuni fingu teir trolaran ataftur.

Men tað stóð so nógv á, at endarnir slitnaðu aftur, og enntá slitnaði ein pullartur úr dekkinum á Steintór, so hol er niður gjøgnum dekkið. Um hetta mundið var veðrið sera ringt, og tað breyt øgiligt yvir keiina og umborð á Steintór.

Um 2-tíðina í nátt varð avgjørt at loysa Steintór og at fara út á fjørðin at liggja. Har hevur trolarin ligið í nátt, men í morgun varð avgjørt at sigla suður á Tvøoyri og at leggja skipið har.

Súgurin í Hvalba gjørdi, at deksbáturin Anngerð sakk, skrivar Suðuroyarportalurin.

Um tit hava illveðursmyndir, sendið okkum endiliga!

SENDIÐ MYNDIR VIÐ AT TRÝSTA HER!!!