Steinur frá seinasta skotinum

– Hetta er ein steinur frá seinasta skotinum, sum var her móti Rókini. Eg fari at hava hann sum eitt minni, sigur Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, sum var ein av teimum, ið stríddist nógv fyri at fáa Eysturoyartunnilin til veruleika.


Tá ið Alfted Olsen úr Saltnesi hevði verið inni við tunnilsmunnan og sæð, at hol var komið ígjøgnum, kom hann útaftur við einum steini.

– Tá ið fyrsta skotið varð latið av til Skálafjarðaratunnilin á Strondum, fekk eg eg mær eisini ein stein, sum eg havi lagt við Gráastein í Saltnesi, og hesin fer at liggja við síðuna av honum, sigur Alfred Olsen.

– Eg havi glett meg til hetta í eini 16 ár, og nú er tað veruleiki. Hetta hevur sera stóran týdning. Tað fer fullkomilig at broyta Skálafjørðin og alt meginøkið.

Alfred Olsen var ein av teimum, ið bardist fyri at fáa tunnilin til veruleika.

– Sjálvt um tað sá svart út onkuntíð, so misti eg ongantíð vónina. Onkutíð sá tað heilt gott út, og so var tað, sum um alt datt niðurfyri. Men tá ið so allir teir politisku flokkarnir og Gerhard Lognberg, sum var uttanflokka tá, skrivaðu undir avtaluna, at nú skuldi Skálafjarðatunnilin gerast, so visti eg, at tá var hann komin í hús.

– Hetta er veruliga ein stórur dagur, sigur ein fegin Alfred Olsen.

Lesið eisini: Skotið ígjøgnum á Rókini