Stella Zachariassen hevur í hesum døgum málningaframsýningar í Miðlan, býráðsalinum í Klaksvík, dagarnar frá 5. – 17. mai, og í Miðlatúni, Visit Suðuroy, í Vági, dagarnar 8. mai til 2. juni.
Stella Zachariassen hevur seinastu árini gjørt nógv við at mála, og er hon vorðin meira og meira viðurkend, sum ein rættur listapersónur. Hon hevði fyri stuttum eisini málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og roynir hon seg nú uttanfyri Havnina.
Málningarnir hjá henni eru sera ymiskir. Stella Zachariassen hevur hon lagt seg eftir at hava tvey, trý ymisk eyðkenni.
Málningarnir, sum eru sera nógv eftirspurdir eru teir, sum eru gráhvítir, sum hava eitt vet av reyðum.
Stella Zachariassen hevur eisini sonevndu fugla-seriuna, sum er ein familjuseria.
Tað, sum hon hevur roynt í seinastuni er ein nýggj seria. Hendan serian og tann gráa hvíta serian sýnir Stella Zachariassen fram í Klaksvík. Fuglaserian hjá Stellu verður sýnd fram í Vági.
Opið er til framsýningarnar hjá Stellu Zachariassen í Vági, og í Klaksvík meðan skrivstovurnar hava opið.