Løgreglan sigur, at tað var nakað av fólki í býnum í Havn í nátt, og nakrar ferðir legði løgreglan ímillum, tá illstøður vóru við at taka seg upp.
- Vit vóru sjónligir í náttarlívinum, og tað vísti seg, at stemningurin gjørdist eitt sindur keðiligur, tá náttin leið, og klokkan nærkaðist 04.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan hjálpti onkrum til hús, sum var drukkin, men eingin endaði inni á støðini at sova rúsin av sær.
- Sum er, hava vit einki harðskapsmál í nátt, men vit vita sjálvsagt ikki, um okkurt mál kann koma, tá fólk eru í býnum, sigur løgreglan í morgun.