Stendur á jøvnum í Svøríki

Um fyribils uppteljingin heldur, so megna Svøríkisdemokratarnir ikki at vinna plássið sum næststørsti flokkur í Svøríki.

 

Sera lítil munur er á teimum báðum blokkunum. Reyðgrøna samgongan hjá Javnaðarflokkinum er 0,3 prosent framman fyri borgarliga samgonguna, nú 5700 av teimum 6004 valdømunum eru upptald.

 

Reyðgrøna samgongan við Javnaðarflokkinum, Vinstraflokkinum og Umhvørvisflokkinum fær tilsamans 40,6 prosent, meðan borgarliga samgongan fær 40,3 prosent, vísir fyribils uppteljingin.

 

Í tingsessum merkir tað, at hvør av blokkunum fær 143 tingsessir.

 

Í borgarligu samgonguni eru Moderaterna, Miðflokkurin, Liberalarnar og Kristindemokratarnir.

 

Fyribils uppteljingin vísir, at Svøríkisdemokratarnir verða triðstørstiflokkurin við 17,7 prosentum av atkvøðunum. Tað merkir, at flokkurin fær 63 umboð í ríkisdegnum, upplýsir Valgmyndigheten.

 

Størsti flokkur á valinum er Javnaðarflokkurin 28,2 prosentum, meðan borgarligu Moderatarna hava 19,8 prosent, vísa fyribils úrslitini.

 

Báðir blokkar útiloka Svøríksdemokratunm og avvíst samstarvi við innflytarakritiska og euroskeptiska flokkin.

 

/ritzau/