Ein handilsmaður sum Sosialurin hevur tosað við, er farin at ótolnast, av tí at viðurskiftini eru so ótrygg, tá um farmaflutning ræður.
Tað er nógv fyri, at vit ikki kunnu tryggja viðskiftafólki okkara,s umhava umbiðið eina vøru, at tey skulu bíða so eingi til vøran er í Føroyum. Fyri at sigatað stutt, so er tað ikki sølufremjandi, sigur ein handilsmaður, sum selur bilar, trukkar, pakkimaskinur og ymsar eykalutir til maskinir.
Ikki orsakað av verkfallinum
Handilsmaðurin sigur, at óskilið kom í tá verkfall var í Danmark í einar 14 dagar í apríl - mái mánað. Nú er so langt fráliðið síðani tá, at hann heldur ikki, at verkfallið kann darva longur.
Vanliga mannagongdin hjá hesum handilsmanni er, at fólk umbiðja sær vøru, sum hann síðani bíleggur uttanlands.
Trupulleikin er, at tað hendir hvørja viku, at farmur liggur eftir í Danmark, og hóast Skipafelagið setir eykaskip inn, so er vøran seinkað so nógv, at viðskiftafólk ótolnast.
Tað ber í sær, at handilsmaðurin ongantíð kennir seg tryggan, at vøran kemur til ásettu tíðina, sum hann hevur játtað fyri viðskiftafólkunum
Hetta er ov vánaligt, sigur handilsmaðurin.
Farmurin økist støðugt
Á Skipafelagnum verður sagt, at óskilið í farmaflutninginum í byrjanini stavaði frá verkfallinum í Danmark, men sum fráleið minkaði farmurin ikki, sum teir høvdu væntað.
Hann er støðugt hækkaður seinastu mánaðirnar, og tað hevur flutningsfelagið havt stórar trupuleikar við at fáa í rætlag.
Vit hava sett eykaskip inn næstan hvørja viku síðani verkfallið. Tað ber í sær, at vøran ofta verður seinkað.
Arbeitt verður á Skipafelagnum vit at finna eina fasta loysn, men enn vantar at fáa nøkur viðurskifti í rættlag, sigur Michael Mikkelsen, leiðari á innflutningsdeildini á Skipafelagnum.
Í løtuni sigla Blikur og Lómur millum Danmark og Føroyar hvørja viku. Tá farmaskipini koma til Hirtshals, sum er seinasta havnin, áðrenn farið verður til Føroya, er oftani ov lítið pláss eftir, og vøran verður tí liggjandi eftir á bryggjuni.
Skipafelagið setir tá eyka skip inn í rutuna, men tað seinkar farmaflutninginum, eitt nú um einki skip er tøkt júst tá, og um illveður er á leiðini heim.
Ætla at seta triða skipið í rutu
Eg skilji væl, at viðskiftafólk okkara eru ónøgd.Trupullekin er, at handilsmenn ofta onga goymslu hava, men bíleggja vørurnar so hvørt sum tær verða seldar, sigur leiðarin fyri innflutninginum á Skipafelagnum.
Í løtuni eru annars ætlanir um at seta eitt 3. skip inn í siglingina, men enn er ikki greitt, nær tað verður.
Ætlanin er, at hetta skipið 14. hvønn dag skal flyta størri farm, eitt nú fóður, timbur, sement og tílíkar vørur.
Vit hava tosað við viðskiftafólk okkara um hetta, men treytin er at tey góðtaka ætlanina, áðrenn eitt skip verður sett inn á rutuna, sigur Michael Mikkelsen.